Enn er óvist nær seyðfirðingar kunnu venda aftur til heimstað sín.
Tey allarflestu yvirnáttaðu í grannabýnum, Egilsstøðum í nátt aftaná ógvuslig skriðulop gjørdu stóran skaða á Seyðisfirði ígjár.
Løgreglan á Eysturlandinum í Íslandi dugir ikki at siga nær tey meta, at tað er trygt hjá seyðfirðingum at koma aftur til Seyðisfjarðar.
Í allari neyðini eru seyðfirðingar takksamir fyri tann stuðul og hjálp teir kenna frá øðrum íslendingum í tí sváru støðu teir eru í orsaka av ógvusligu skriðulopunum.
Vísir/Støð2 hevur verið í Seyðisfirði og filmað skaðastøðuna í dag.
HER síggjast upptøkur av fleiri av skaðunum ógvusligu skriðulopini hava elvt til: