Video: Útvarpsvertir um at spýggja av føroyskum mati

– Eg havi ongantíð upplivað nakað so vemmiligt, sigur hin eini verturin í Go'morgen Aarhus

Vertirnir í útvarpssendingini Go'morgen Aarhus lótu alt annað enn væl at, tá teir royndu eitt sindur av føroyskum mati í beinleiðis morgunútvarpi. 

Hálvføroyski verturin Niklas hevði ikki roynt føroyskan mat áðrenn hesa sendingina, og tí valdi hann at bjóða starvsfelagnum hjá sær, Simone, at smakka saman við sær. Á matskránni var tvøst, spik og turrur fiskur. 

– Eg havi ongantíð upplivað nakað so vemmiligt. Hvussu kunnu tit eta hatta? segði kvinnuligi verturin, sum slapp at royna tvøst og spik.

Tú kanst síggja, hvussu tað gekk hjá teimum í videobrotinum her.