Video: Vegurin hjá Jóhan Sundstein og hinum til toppin

"Against the Odds" eitur dokumentarfilmur, sum Red Bull hevur gjørt um føroysku e-sportsstjørnuna og lið hansara

Vinmenninir báðir Tal "Fly" Aizik og Jóhan "N0tail" Sundstein (Skermmynd frá filminum)

Vinmenninir báðir Tal "Fly" Aizik og Jóhan "N0tail" Sundstein (Skermmynd frá filminum)

Vilt tú læra føroysku geymarastjørnuna Jóhan Sundstein eitt sindur betur at kenna? So kanst tú hyggja at dokumentarfilminum "Against the Odds", sum viðgerð leiðina hjá fimm ungum monnum frá kamarinum til heimsmeistaraheitið. 

Teir fimm hava saman liðið "OG", og hetta liðið er ein søga um vinarløg, har allir vinmenninir hava sama dreym - at røkka heimsins hægstu tindum í e-sporti. Tað hava teir so dyggiliga megnað, nú teir júst hava vunnið kappingina "The International", sum svarar til heimsmeistaraheitið, annað árið á rað.

Red Bull er høvuðsstuðul hjá "OG", og fyrr í hesum mánaðinum gjørdi Red Bull ein film um tær fimm slóðbrótandi ítróttastjørnurnar. Útlitini hava nevniliga ikki altíð verið góð hjá "OG" at klára seg so væl, tí liðfelagarnir hava áður havt innanhýsis stríð. Men í fjør prógvaðu teir, at teir eru heimsins bestu í Dota 2, og tað er hetta filmurin tekur støði í. 

Hygg at filminum her:

##med2##

Les eisini: Johan hevur vunnið 104 milliónir

Les eisini: Eg geri bara tað, eg elski

Vinmenninir báðir Tal "Fly" Aizik og Jóhan "N0tail" Sundstein (Skermmynd frá filminum)

OG's comeback to win DOTA 2's TI8 | Against The Odds