Viðgera fíggjarligan stuðul til flokkarnar í dag

– Almenningurin skal hava fult innlit í, hvussu politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fíggja valstrið og virksemi teirra.

Tað heldur Tjóðveldi, sum fyri aðru ferð – báðu ferð sum andstøðuflokkurin – leggur fram uppskot um løgtingslóg um upplýsing um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni.

Hetta uppskot verður til viðgerðar á tingfundinum í dag klokkan 13.

Flokkurin skjýtur millum anna uðð, at flokkarnir skulu gera roknskap, ið eitt nú skal fevna um upplýsingar um inntøkukeldur og stuðul floksins. Herundir upplýsingar um møguligan privatan stuðul.

Í dag eru politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni ikki áløgd at upplýsa alment um møguligan privatan stuðul.

– Hetta ger, at almenningurin ikki veit um og í hvønn mun politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni eru privat stuðlað og harvið hava fíggjarligt tilknýti til privatar stuðlar, skrivar Tjóðveldi í viðmerkingum til uppskotið.

Flokkurin heldur, at hetta lógaruppskot fer at broyta hesa støðu og tryggja innlit í, hvørjar inntøkukeldur og hvønn stuðul politiskir flokkar hava, og um valevni og løgtingslimir eru fíggjað av privatum stuðlum. Harvið gerst gjøgnumskygnið og rættartrygdin størri í politisku skipanini í Føroyum.

Hitt málið á skránni á tingfundinum í dag er uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi í Íshavinum. Tað er uppskot frá Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Tað uppskotið kann lesast HER.