Víðka um kirkjugarðin í Vági

Nú er arbeiðið við at víðka kirkjugarðin inni í Líðini í Vági farið ígongd

Vágs kommuna ognaði sær í 2015 og 2016 stykkini eystanfyri kirkjugarðin í Líðini, soleiðis at kirkjugarðurin í Líðini kann víðkast.

Kirkjugarðurin í Líðini varð vígdur og tikin í nýtslu í 1970 og er síðani víðkaður eystureftir og omaneftir. Nú verður kirkjugarðurin enn einaferð víðkaður eystureftir, hetta í tráð við fíggjarætlanina fyri 2019, har játtan er sett av til at víðka kirkjugarðin, skrivar Vágs kommuna.