Viðmerkingar til stjóran í vinnuhúsinum

Settist við áhuga at hyggja eftir D&V mánadagin 5 aug.

Spentur at hoyra,hvat Vinnuhúsið hevði at siga til kanningina,sum fakfeløgini høvdu latið gjørt.

Var sera skuffaður,tó als ikki bilsin, at hoyra stjóran í Vinnuhúsinum úttala seg um støðuna.Virkaði sum,at hon royndi at sláa alt uppí glens.

Segði seg millum annað frøðast um,at sáttmálar og setanarskriv verða hildin.

Má bara vísa stjóranum á,at sáttmálarnir als ikki verða hildnir.

Tá eg sigi tað,er tað tí, at tað sum limir í Vinnuhúsinum hava søgt og fingið loyvi til er,at innflyta faklærda arbeiðsmegi.Tá hesir faklærdu útlendingar so koma til landi, eru hesar fyritøkur tær fyrstu til,ikki at góðkenna teirra prógv. Hví so er,kunna vit bara gita um,men lógin á økinum er greið.Tað er faklærd arbeiðsmegi vit her tosa um,og skula hesir tíð lønast sambært sáttmálanum fyri økið,sum er handverkarasáttmálin. Er tað so,at hesir útlerndingar ikki kunna góðkennast sum faklærdir,uppfylla teir snøgt sagt ikki treytirnar lógin ásetur, og áttu tíð at verði sendir avstað aftur.Tað velja fyritøkurnar tó ikki at gera,men seta teir í starv til at útførða tað handverksarbeiði teir upprunaliga eru komnir til,bara til eina sáttmálaløn,sum er væl undir handverkarasáttmálanum.Løgin máti,at søkja eftir kvaliferðiseraðum fólki til eina uppgávu,fyri síðani at diskvaliserða hesi somu fólk,men seta tey til at gera uppgávuna allíkavæl.Tað kemur eisini fram í kanningini,at føroyskur millummaður fær uml 12 % av hvørjum útgoldnum lønartíma hjá hesum monnum sum samsýning frá arbeiðsgevara, sum er limur í Vinnuhúsinum.Omaná hettar,gjalda hesir persónar so ein okursprís (kontant) fyri ein slumlíknandi bústað,sum helst eingin føroyingur vildi bú í. Eg havi so ikki sæð nakran sáttmála,sum loyvur slíkum metodun. Niðurstøðan má tí verða ,at úttalilsi frá stjóranum í Vinnuhúsinum í D&V vóru sera villeiðandi og manipolerandi, og helst søgd ímóti betri vitan.

Útlendingaøkið er skipa í fleiri lógum og kunngerðum,sum kunna síggjast í fullum líki á heimasíðuni hjá Ùtlendingastovuni.

Í stuttum kann sigast, at norðurlendingar frítt kunnu koma til Føroya at arbeiða. Tá krevst onki loyvi av nøkrum slagi.

ES-borgarar kunnu eisini koma til Føroya at arbeiða, men til tað krevst arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

ES-borgarar kunnu fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, tá arbeiðsloysið í Føroyum er minni enn 3,5%. Tá vera ongin krøv sett til førleikar ella útbúgving hjá útlendsku arbeiðsmegini.

Er arbeiðsloysið í Føroyum minni enn 6%, men hægri enn 3,5%, ber eisini til at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða. Tá skulu útlendingarnir vera faklærdir innan ávís handverk og arbeiða innan byggi- og verklagsøkið. Hendan broyting var gjørd í 2014, tí byggivinnan hevði so stóran tørv áhandverkarum. Faklærdari arbeiðsmegi.

Tað verða eisini sett serlig krøv til innflutning av arbeiðsmegi. Útlendingarnir skulu arbeiða í minsta lagi 30 tímar um vikuna, og útlendingarnir skulu lønast sambært føroyskum sáttmálum,galdandi fyri økini.

Havnar Handverkarafelag
Eli Brimsvík,formaður