Víkingaskipið í Hovi: Tey eiga at fáa fígging fyrst

Tað hevur gingið strilti at útvega fígging, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

 

 

hetta er víkingaskipið, ætlanin er at byggja í Hovi - men tað skal hava drekastevni

hetta er víkingaskipið, ætlanin er at byggja í Hovi - men tað skal hava drekastevni

Stuðulin, sum Løgtingið hevur játtað til ætlaða víkingaskipið í Hovi, kann vera goldin, men hann skal brúkast til at fyrireika verkætlanina.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu nógvan stuðul, Landið hevur játtað til ætlanina at byggja eitt víkingaskip, og neyst, í Hovi, og hvussu nógv tey kunnu vænta sær at fáa í stuðuli yvirhøvur.

Í Hovi hava tey arbeitt í fleiri ár við eini ætlan um at fáa eitt víkingaskip, og síðani 2019 hevur Løgtingið sett 150.000 krónur av á fíggjarlógini um árið til ætlanini.

Landsstýrismaðurin sigur, at í 2019 fekk felagið stuðulin goldnan við tí endamáli at seta gongd á verkætlanina at byggja víkingaskip og neyst í Hovi.

Í juli í 2019 boðaði Mentamálaráðið Felagnum Víkingaskip frá, at stuðulin skuldi brúkast til eina forverkætlan, men annars skuldi hetta ikki skiljast sum um at Landið bant seg til at játta stuðul til ætlanina at byggja skip og neyst í fullari stødd.

Jenis av Rana sigur, at í sambandi við at felagið Víkingaskip fór undir at søkja um stuðul til verkætlanina at byggja víkingaskip og neyst, boðaði Mentamálaráðnum teimum frá, at ráðið var sinnað at lata tríggjar milliónir krónur í stuðuli, men tað varð treytað av, at Løgtingið tók undir við tí. Hetta var í 2017, men peningurin varð ikki settur á fíggjarlógini. Hinvegin var endamálið at hjálpa felagnum at søkja stuðul úr donskum grunnum.

Samstundis ásannar Jenis av Rana, at tað hevur gingið striltið at fáa fígging til vega.

Í oktober boðaði Felagið Víkingaskip frá, at upprunaliga ætlanin at byggja eitt skip, varð slept, men ístaðin høvdu tey keypt tekningar til annað víkingaskip. Og samstundis søktu tey eisini Mentamálaráðið um stuðul til verkætlanina, sum er mett at kosta góðar 17 milliónir. Í umsóknini boðaði felagið frá, at tey høvdu søkt um stuðul aðrastaðni frá, men at einki svar var komið enn.

Harafturat upplýsti felagið, at ætlanin var at brúka stuðulin upp á 150.000, ið var settur á løgtingsfíggjarlógini í fjør til at byggja eina smiðju at smíða seym til víkingaskipið.

Jenis av Rana sigur, at hann hevur boðað Felagnum Víkingaskip frá, at hann heldur ikki, at grundarlag er fyri at seta gongd á byggingina, fyrr enn tey kunnu vísa á, hvussu ætlanin er at fíggja tær 17 milliónirnar, verkætlanin fer at kosta.

Men annars hevur hann eisini boðað felagnum frá, at stuðulin á fíggjarlógini kann verða goldin, um so er, at hann verður brúktur til at fyrireika verkætlanina.

hetta er víkingaskipið, ætlanin er at byggja í Hovi - men tað skal hava drekastevni