Vil hava bilførarar til Sandoyar at læra seg at koyra

Tosað hevur verið um tað í eitt mannaminni og tú heldur løgtingsmaður, at tað er eitt gylt høvi til at gera tað í Sandoynni

Tað, sum nú fer fram, er tekin um manglandi hugflog, sigur Brandur Sandoy, tingmaður

Tað, sum nú fer fram, er tekin um manglandi hugflog, sigur Brandur Sandoy, tingmaður

Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at nú skal Løgtingið játta pengar til at gera eina koyritekniska breyt í Sandoynni.

Og hann heldur, at tað er eitt gylt høvi til at gera tað akkurát nú. Hann hugsar um arbeiðið at bora Sandoyartunnilin og um alt grótið, sum verður sprongt úr tunlinum.

Tað hevur elvt til mikið kjak, at grótið, sum kemur úr Sandoyartunlinum á Gomlurætt, verður tyrvt í haganum oman fyri Velbastað.

Men grótið, sum verður sprongt úr tunlinum sandoyarmegin, verður eisini tyrvt í Sandoynni.

Og hendan dagin, Løgtingið viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár, helt Brandur Sandoy, at tað er tekin um manglandi hugflog, at grótið verður tyrvt.

Og hann sigur, at heldur enn at tyrva grótið, eigur, samgongan at taka stig til at brúka grótið til at planera eitt øki í Sandoynni við, og at gera eina koyritekniska breyt á økinum.

– Tað er sjálvsagt at gera tað, tí tað mangla vit í Føroyum, og tað hevur verið tosað um tað í ein mansaldur, segði Brandur Sandoy.

Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, prikaði eitt sindur. Hann minti Brand Sandoy á, at hann situr í samgonguni, so tað er nú at hann hevur møguleikan at gera nakaðvið tað, so tað er bara at fara til verka.

Ein koyriteknisk breyt er ein breyt, bilførarar fara at læra seg at koyra, bæði bil og motorsúkklu. Teir læra seg at koyra í svingum, at bremsa í svingum, og somuleiðis læra seg at koyra í hálku og á vátum vegi.

Sum sagt hevur verið tosað um eina koyritekniska breyt í Føroyum í áratíggjur. Í 2010 varð ein frágreiðing gjørd um eina koyribreyt í Føroyum og tá varð mett, at ein slík koyriteknisk breyt kostaði 30-35 milliónir - men ein triðingur av kostnaðinum var til at keypa lendið fyri.

Tann arbeiðsbólkurin metti, at ein slík breyt lá best fyri í Saksunardali, norðan fyri Hvalvík.

 

Tað, sum nú fer fram, er tekin um manglandi hugflog, sigur Brandur Sandoy, tingmaður