Vil hava eina veðurlagslóg fyri Føroyar

Landsstýrismaðurin í umhvørismálum skal nú greiða frá, akkurát hvat hann fer at gera fyri at avmarka útlátið av veðurlagsgassi hjá føroyingum

Savnsmynd

Savnsmynd

Ein máti at tryggja, at ítøkilig stig verða tikin fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassi frá føroyingum, er at gera eina veðurlagslóg fyri Føroyar.

Tað heldur Ingilín Didriksen Strøm løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Og nú vil hon hava Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvismálum, at greiða frá, hvørji ítøkilig stig, hann ætlar at taka fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi frá føroyingum fram til 2030.

Hon vil eisini hava at vita um nøkur ætlan er um at gera eina beinleiðis veðurlagslóg fyri Føroyar við nágreiniligum útrokningum, tíðarásetingum og ætlanum, upp á sama máta, sum er í umbúna í Danmark við lógini, tey nevna klimaloven.

Ingilín Didriksen Strøm vísir á, at undanfarna landsstýrið tók undir við Paríssáttmálanum, og samtykti sostatt at minka um føroyska CO2 útlátið 45 prosent fram til 2030.

Endmálið við tí er at forða fyri, at jørðin skal hitna minni enn tvey prosent av tí sum hitin var fyri ídnaðarkollveltingina.

– Vísindafólk eru á einum máli um, at hetta er eitt avgjørt minstakrav, sigur hon.

Frágreiðingin, sum ST gav út í 2018, vísti, at hóast hitin bara økist 1,5 stig, fer tað at hava ógvusligar broytingar við sær, bæði hvat veðurlagi og náttúrligum margfeldni viðvíkur.

Altjóða felagsskapurin, IMO, hevur harumframt sett sær sum mál, at í 2050 skulu dálkandi evni frá skipum verða minkað minst 50 prosent.

Hinvegin boðaði Umhvørvisstovan í farnu viku frá, at útlátið hjá føroyingum Føroyum øktust góð 12 prosent frá 2017 til 2018, staðfestir løgtingskvinnan fyri Javnaðarflokkin.

Í Føroyum er útlátið vaksið á hvørjum ári síðani 2011, og seta vit ikki ítøkilig tiltøk í verk fyri at minka um tað, klára vit hvørki at halda okkum til málini hjá IMO, ella til málini í París sáttmálanum, sigur hon.

Hon heldur, at háttur at tryggja, at ítøkilig tiltøk verða sett í verk, er at gera eina veðurlagslóg eins og tann, sum ætlanin er at gera í Danmark. Tað skal vera ein veðurlagslóg við nágreiniligum útrokningum, tíðarásetingum og ætlanum sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Hon leggur afturat, at ein slík lóg hevði eisini tryggjað, at tiltøkini fyri at minka um útlátið, halda fram - eisini eftir næsta løgtingsval.

Savnsmynd