Vil hava forboð fyri at brúka summar vørur úr plasti í Føroyum

Har tað er neyðugt skal tað kortini framhaldandi bera til at brúka vørur úr plasti

 

 

Ingilín Didriksen Strøm vil hava sumt einnýtisplast bannað í Føroyum

Ingilín Didriksen Strøm vil hava sumt einnýtisplast bannað í Føroyum

Tað skal verða bannað at brúka vørur úr einnýtisplasti, har tað ikki er neyðugt. Tað heldur Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.

Nú vil hon nú hava Løgtingið at samtykkja, at landsstýrið skal smíða eina lóg, sum bannar óneyðugum einnýtisplasti. Tá ið lógin er smíðað, skal hon so leggjast fyri Løgtingið til at verða samtykt so hon kann setast í verk.

Hon sigur, at dømi um óneyðugt einnýtisplast er borðbúnaður, lok, súgvirør og vattpinnar. Hinvegin kann tað framvegis verða neyðugt at starvsfólk á sjúkrahúsum sleppa at handskar, og annað úr einnýtisplasti fyri at fyribyrgja smittuspjaðing.

Ingilín Didriksen Strøm vísir á, at hvørt ár enda nógvar milliónir tons av plasti í havinum, og sambært forsøgnum verður nøgdin av plasti størri enn nøgdin av fiski í 2050.

– Burturkast úr plasti, sum endar í náttúruni, er til stóran skaða fyri umhvørvi, djór og menniskju, og vit vita, at tá ið plast er endað í náttúruni, hvørvur tað ikki aftur í bræði, tí tað tekur fleiri hundrað ár at bróta niður, sigur hon.

– Vit vita eisini frá føroyskum kanningum, at alsamt størri nøgdir av plasti verða funnar í maganum á fugli og hetta er eitt tekin um, at skaðiliga útbreiðslan av plasti eisini hevur sett síni spor á føroysku náttúruna.  

– Harafturat vita vit, at stórar nøgdir av plasti enda í náttúruni í sambandi við ymiskt byggivirksemi, sum fer fram.

ST hevur ásett sær sum mál, at havdálking skal minkast munandi og seinast í 2025 skal bann verða sett fyri allari havdálking.

Løgtingskvinnan fyri Javnaðarflokkin heldur, at hetta eiga vit í Føroyum eisini at seta okkum fyri.

Hon vísir á, at tað stendur eisini í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu, at dálking skal loysast fyribyrgjandi.

Hon sigur, at nógv av tí plasti, sum endar í havinum, er óneyðugt einnýtisplast og tí vil hon hava, at tað verður forbjóðað í Føroyum.

Ingilín Didriksen Strøm vil hava sumt einnýtisplast bannað í Føroyum