Vil hava grótið í Skopunar havn ruddað

Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sent floksformanni sínum, Jørgen Niclasen, landsstýrismanni ein skrivligan fyrispurning um grótið í Skopunar havn.

Hann vil hava at vita, nær grótið í havnini verður ruddað. Eisini vil hann hava landsstýrismannin at siga sær, um ætlanir eru um at gera neyðugu umvælingarnar á grótkastið í Skopun, og nær hetta arbeiðið fer í gongd.

Í viðmerking til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á, at aftur í vetur uppliva tey, sum hava Teistan sum sín farveg til og frá arbeiði, at nógvar avlýsingar eru á leiðini.

– Ein stórur partur av hesum avlýsingum er orsakað av, at nógv grót er í innsiglingini til Skopunar Havn, sum ger, at tað gerst ókyrrari og ótryggari at sigla inn. Harav fleiri avlýsingar, sigur Brandur Sandoy.

Hann sigur, at grótið, sum legst fyri innsiglingina, er grót, sum kemur úr grótkastinum, ið landið eigur. Grótkastið er seinastu árini byrjað at detta sundur, og nógv sjónlig sár eru í grótkastinum.

Hendan burturmáan er í støðum nú komin so langt, at komið er inn á smærru steinarnar í grótkastinum, sum dekkgrótið skuldi verja.

– Tað sigur seg sjálvt, at tá hetta er veruleiki, er bara spurningur um tíð, nær grótkastið fær sera stóran skaða. Spyrjaranum kunnugt, hevur Landsverk lagt úr hondum støðulýsing av grótkastinum, sum eigur at vera til taks hjá landsstýrismanninum.

– Vetrartíð er ikki tíð at arbeiða við hesum, men um fáar mánaðir verður summarið aftur, og tí verður hervið gjørt vart við hesi vandaviðurskifti í góðari tíð, so at landsstýrið kann taka hædd fyri hesum alneyðuga spurningi fyri at tryggja landsins ognir og tryggja eitt nøktandi samband til Sandoynna inntil koyrandi er í Sandoyartunlinum, sigur Brandur Sandoy.