Vil hava málið um brennistøðina lýst betri

 

Heðin Mortensen hevur verið ein teirra, ið hevur verið mest kritiskur yvir fyri ætlanunum at leggja Kommunalu brennistøðina í Tórshavn saman við IRF. Sambært Heðini Mortensen er málið alt ov illa lýst, til at Tórshavnar kommuna kann binda seg til ta avtaluna, ið IRF hevur skotið upp.

– Tað mangla í veruleikanum fakta á borðinum. Hvat kosta øll hesi tingini, og hvat fáa vit burtur úr teimum? Loysir tað seg upp á sikt at hava eina brennistøð ella ikki, sigur Heðin Mortensen.

Tórshavnar býráð hevur samtykt at seta ein arbeiðsbólk at kanna, hvørjar avleiðingarnar eru av at leggja brennistøðirnar saman.

 

– Tá  vit hava fingið eina kanning frá óheftum fólki uttan fyri skipanina - tað skal ikki vera IRF ella Tórshavnar kommuna, og tað ikki vera Rambøl, sum skal selja okkum hesar brennistøðirnar - tá tað fyriliggur hjá okkum, koma vit at taka endaliga støðu, sigur Heðin Mortensen.

Les meira um ætlanirnar við brennistøðini í temanum í Vikuskiftissosialinum.