Vil hava nýggja fólkaatkvøðu um Brexit

Andstøðuleiðarin hevur skift støðu í málinum

Jeremy Corbyn. Mynd: Scanpix/Ritzau

Jeremy Corbyn. Mynd: Scanpix/Ritzau

Bretski andstøðuleiðarin Jeremy Corbyn hevur í dag boðað frá, at bretski arbeiðaraflokkurin, Labour, nú ynskir eina nýggja fólkaatkvøðu um Brexit. Og um tey fáa sín vilja, mæla tey veljarunum til at velja at verða verandi í ES. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.

Talan er um eina nýggja støðu hjá bæði leiðaranum og flokkinum. Jeremy Corbyn sigur, at endamálið er at steðga einari støðu, har Bretland fer úr ES við antin ongari ella einari vánaligari avtalu.

Tað er í einum brævi til limirnar í Labour flokkinum, at Corbyn boðar frá nýggju kósini hjá flokkinum.

- Óansæð hvør verður okkara næsti forsætisráðharri, má viðkomandi hava sjálvsáliti at senda teirra avtalu, ella manglandi avtalu, aftur til fólkið at taka støðu til, skrivar hann sambært BBC og heldur fram.

- Eg ynski at gera greitt, at í einari slíkari støðu, har hinir møguleikarnir eru ongin avtala ella ein Tory avtala, ið ikki verjir búskapin og arbeiðspláss, ynskir Labour at verða verandi.

Bretland fer eftir ætlan úr ES 31. oktober í ár.  

Jeremy Corbyn. Mynd: Scanpix/Ritzau