Vil hava pensjónsaldurin tiknan av sum skjótast

Tað eigur at verða broytt sum skjótast, sigur løgtingsmaður

Tordur Niclasen vil hava samgonguna at seta tað í verk sum skjótast

Tordur Niclasen vil hava samgonguna at seta tað í verk sum skjótast

Tað skal ikki vera aldurin, sum skal tvinga almenn starvsfólk úr arbeiði. Tað skal vera førleikin, sum er avgerandi fyri, hvussu leingi tey kunnu vera í starvi.

Tað stendur í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni, og nú vil Tordur Niclasen, tingmaður fyri Miðflokkin, hava at vita, nær landsstýrið ætlar at seta tað í verk.

Tí hevur hann nú spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, nær hann fer at broyta reglurnar, soleiðis at almenn starvsfólk ikki verða noydd at fara úr starvi, tá ið tey fylla 70, men kunnu verða verandi í starvi, so leingi tey eru arbeiðsfør.

Tordur Niclasen vísir á, at eisini Landsfelagið hjá Pensjónstum vil hava fráfaringaraldurin tiknan av við teirri grundgeving, at tað eigur at vera førleikin, og ikki aldurin, ið er avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.

– Umframt tann fíggjarliga týdningin, ið ætlaða broytingin fer at hava við sær, er eisini umráðandi at leggja dent á tann trivnaðarliga týdningin fyri hin einstaka og samfelagsliga týdningin sum heild, sigur Tordur Niclasen.

Tí vil hann hava samgonguna at seta hesa broytingina í verk sum skjótast og sostatt spyr hann Jørgen Niclasen, nær hann fer at boða frá, at tann fasti fráfaringaraldurin verður avtikin, og nær stig verða tikin til at broyta tænastumannalógina samsvarandi. 

Tordur Niclasen vil hava samgonguna at seta tað í verk sum skjótast