Vil hava tiltøk fyri at verja børn og ung í Føroyum ímóti porno

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, skal nú greiða frá, hvat hann heldur um støðuna

Tað má vera skyldan hjá myndugleikum og foreldrum at verja børnini ímóti pornografi. Tað heldur Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin.

Tí hevur hann nú reist spurningin á Føroya Løgtingi og í hesum sambandi vil hann hava Helga Abrahamsen, Nielsen, landsstýrismann í samskiftismálum, at greiða frá, hvat hann heldur um økið.

Steffan Klein Poulsen reisir málið í einum skrivligum fyrispurningi og tað merkir, at tá ið landsstýrismaðurin fer at svara honum, verður málið eisini lagt til umrøðu í Løgtinginum, soleiðis at allir løgtingslimir sostatt fáa høvi til at siga sína hugsan.

Steffan Klein Poulsen vil hava Helga Abrahamsen at upplýsa, hvussu nógv føroyingar leita eftir pornografiskum tilfari á internetinum.

Og landsstýrismaðurin skal eisini siga, hvat hann heldur um at avmarka atgongdina hjá børnum og ungum til pornografi á internetinum.

Og hann skal eisini siga um hann heldur, at vit eiga at gera mun á tí, børn og vaksin sleppa at gera á internetinum við tí endamáli, at børn ikki hava atgongd til pornografi á internetinum.
Og samstundis skal Helgi Abrahamsen eisini greiða frá um hann heldur, at tiltøk eiga at vera sett í verk fyri at upplýsa foreldur um avleiðingarnar av pornografi og hvussu tey kunnu verja børnini ímóti tí.
Steffan Klein Poulsen heldur, at vit kunnu hava ymsar meining um myndugleikarnir skulu verja vaksin fólk ímóti porno, ella um tey skulu verja seg sjálvi.

– Tá tað kemur til børnini er støðan ein heilt onnur. Tað má vera skyldan hjá myndugleikum og foreldrum at verja børnini ímóti pornografi, tí hetta er beinleiðis skeiv og ótespilig »sexual undirvísing«, ið gevur børnunum í Føroyum eina skeiva mynd av hvat sex er, sigur hann.

– Hevði spurningarnir verið um rúsevni skuldu verið lógligt í Føroyum, hevði svarið uttan iva verið eitt greitt nei frá Løgtinginum.

– Pornografi er ikki eitt rúsevni, sum fólk taka og tí hava vísindafólk verið ósamd um, um tað ber til at blíva bundin av pornografi.

Tó halda fleiri heilagranskarar at porno ávirkar evnafrøðilig viðurskifti í heilanum. Hesir granskarar siga, at tá ið ein hyggur at pornografi, útloysast fleiri kemisk evni í heilanum, millum annað dopamin og sostatt hevur pornografi somu ávirkan á heilan, sum rúsevni.

– Eins og misbrúkarin alla tíðina vil økja um rúsin, vil ein sum hyggur at pornografi tráa eftir meiri og grovari tilfari, sigur Steffan Klein Poulsen.

– Hetta førir í flestu førum til, at fólk verða sera bundin av pornografi. Og tað benda hagtøl eisini á, tí ein av størstu porno-heimasíðunum hevur 81 milliónir vitjanir um dagin og umleið 29 milliardir vitjanir um árið.

– Mett verður, at fleiri hyggja at pornosíðum enn at Netflix, Amazon og Twitter – tilsamans, sigur hann.

– Sambært bretskari kanning hava meiri enn helvtin av børnunum í aldrinum 11 til 13 ár sæð pornografi – og ein fimtingur av teimum beinleiðis leitar eftir.

Steffan Klein Poulsen sigur, at fyri 30-40 árum síðani var tað lættari at verja børn og ung ímóti pornografi, tí tá var talan um bløð og filmar.

– Í Danmark er ein lóg, sum forðar ungum undir 16 ár at keypa pornografisk bløð annað, sum ber á sama borðið, og í Føroyum er tað als ikki loyvt at selja tílíkt. Hetta er fyri at verja tey, tí tað er ikki gott fyri tey.

Men í dag stendur internetið víðopið fyri øllum, eisini børnum og ungum og tí heldur løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin, at lógin ímóti porno eigur at verða dagførd, tí nú er tað á internetinum, har nógv tey flestu útvega sær pornografiskt tilfar.

– Tað er sera torført hjá foreldrum at hava tamarhald á internet-nýtsluni hjá børnunum og ein kanning úr Bretlandi vísir, at 75 prosent av foreldrunum hildu at teirra egnu børn ongantíð høvdu sæð pornografi. Men veruleikin var, at heili 53 prosent av teirra børnum høvdu sæð tað, sigur Steffan Klein Poulsen.