Vil ikki lova nólsoyingum betri ferðasamband

– Og ongar ætlanir eru um at sigla fleiri túrar á jólum

Tað er óvist um nakrir batar verða hesa næstu tíðina

Tað er óvist um nakrir batar verða hesa næstu tíðina

Enn er ikki greitt, hvussu stóran játtan, Strandferðslan fer at fáa á fíggjarlógini fyri næsta ár, og sostatt ber heldur ikki til at siga, hvussu verður við siglingini.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Karlot Hergeirsson, sum hevur havt sæti á Løgtingi fyri Framsókn, hevur annars spurt landsstýrismannin, hvussu verður við nólsoyarsiglingini-

Jørgen Niclasen sigur, at virkar fyri at hava eitt gott samband. Men hann minnir á, at Samgongan frá 2011-2015, setti sær fyri at byggja nýggja Nólsoyarferju. Alt varð klárt til at fara undir hana, men samgongan, sum tók við í 2015, slepti ætlanini.

– Síðan er einki hent, og heldur eingin ætlan liggur í landsstýrinum frá undanfarna landsstýrið um Nólsoyarferju, sigur Jørgen Niclasen.

https://www.in.fo/news-detail/news/henrik-old-ti-strikadi-eg-nyggju-nolsoyarferjuna/?no_cache=1Les meiri um tað her: Henrik Old: Tí strikaði eg nýggju nólsoyarferjuna

Jørgen Niclasen sigur, at hendan samgongan fer at leggja eina ætlan fyri at endurnýggja allan flotan hjá Strandferðsluni, og ætlanin fevnir sostatt eisini um eina nýggja Nólsoyarferju.

Annars fær Strandferðslan ein eykabát í mai og hann fær loyst nøkur av skipunum av, tá ið tørvur er á tí, eisini Ternuna.

Báturin tekur 120 ferðafólk á sumri og 97 ferðafólk um veturin. Hann tekur trý persónbilar ella ein stóran bil, umframt farm og olju.

Karlot Hergeirsson hevur ført fram, at á hvørjum ári eru vit komin langt inn í summarið, áðrenn ein maður afturat verður settur umborð á Ternuna. Sum er, hevur Ternan loyvi til at sigla við 95 ferðafólkum, men verður ein maður settur umborð afturat, hevur hon loyvi til at taka 294 ferðafólk.

– Hetta ber í sær, at tað ofta kemur fyri, at Ternan ikki nøktar tørvin og tað hevur avleiðingar fyri ferðavinnuna, sigur hann.

Jørgen Niclasen sigur, av tí at fíggjarætlanin ikki er løgd, ber ikki til at siga, hvussu stóra játtan, Strandferðslan fær.

Hann sigur, at Strandferðslan hevur upplýst, at tað kostar 400.000 - 420.000 krónur at fáa ein mann afturat umborð á Ternuna um summarið.

– Tað fer sjálvandi eisini geva inntøkur, men við sera lágu ferðaseðlaprísunum er ilt at meta um inntøkuvøksturin av hesum, sigur Jørgen Niclasen.

Karlot Hergeirsson sigur eisini, at tað er eitt stórt ynski, at Strandferðslan siglur fleiri túrar um jólini, soleiðis at familjur kunna halda jól saman, og sleppa heim aftur um kvøldið. Sum er, verður bara siglt fyrrapartin jólaaftan og jóladag.

Hann heldur, at tað átti at borið til, tí skipini hjá eru eisini fult mannaði um høgtíðirnar.

Men Jørgen Niclasen sigur, at í ár er ætlanin ikki at broyta siglingina á jólum.

Tað er óvist um nakrir batar verða hesa næstu tíðina