Vil ikki vera bæði borgarstjóri og tingmaður

Leggur frá sær sum borgarstjóri, um hann verður afturvaldur sum tingmaður

Formaðurin í Sjálvstýri vil siga annan sessin frá sær, um hann verður afturvaldur
Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri og borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fer ikki at røkja báðar sessirnar, um hann verður valdur á løgtingsvalinum 31. august. Tað boðar hann frá í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum fyri løtu síðan.

Í skrivinum ger hann greitt, at nú hann nýliga er blivin pápi eru hansara privatu fortreytir broyttar.

- Tí havi eg avgjørt, at frameftir ætli eg mær ikki at røkja tvey politisk størv av hesum slagi og verði eg valdur í løgtingið, leggi eg frá mær sum borgarstjóri á nýggjárinum, sigur Jógvan Skorheim.

Jógvan Skorheim tók við sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu í 2013 og hevur røkt sessin sum borgarstjóri síðan. Hann bleiv á fyrsta sinni valdur í kommununa í 2008.

Jógvan Skorheim tók fyrstu ferð sæti á tingi í 2011, tá hann fekk fastan sess á tingi aftaná at Kári P. Højgaard bleiv landsstýrismaður.

Í 2015 vann hann aftur sess á tingi, men tá táverandi meiriluti í Klaksvíkar býráð ikki ynskti at geva honum undantak at vera borgarstjóri og tingmaður samstundis, fór hann í farloyvi úr tinginum. Men tá ein nýggjur meiriluti tók við á nýggjárinum fekk hann undantak og hevur røkt báðar sessir síðan.