Vil lækka blokkin og hava nýggja stjórnarskipan

Sum seinasti flokkur leggur Sjálvstýri í morgun fram sína valskrá til løgtignsvalið. Tað verður gjørt á Hotel Tórshavn í hesi løtu.

Jógvan Skorheim, formaður Sjálvstýrisflokkin byrjaði við at leggja dent á, at sjálvstýri hevur hægstu raðfesting hjá Sjálvstýrinum. Tí vil flokkurin lækka blokkin og samtykkja eina nýggja stjórnarskipan beinanvegin í valskeiðnum, so tað ikki kemur í drag sum hjá sitandi samgongu.

Flokkurin sigur, at vinnulívið saman við kommununum skal loysa bústaðarneyðina í Føroyum. Tí Bústaðir megna ikki uppgávuna kring landið.

Tá tað um barnaansing ræður heldur flokkurin, at pengar skulu fylgja barninum soleiðis, at einar 7-9.000 krónur fara frá kommunum til familjuna, um fólk velja at vera longri heima við barninum.

Bæði dagstovnaøkinum og á eldraøkinum vil flokkurin seta minimumsnormeringar fyri at trygja røktina.

Á vinnupolitiska økinum heldur flokkurin, at alivinnan og fiskivinnan skulu javnsetast. Har ynskir flokkurin eitt tøkugjald í fiskivinnuni eins og í alivinnuna. Gjaldið skal fylgja søluprísinum.

Flokkurin vil avtaka bæði menningarkvotur og uppboðssølu, og flokkurin vil hava breiða semju í Løgtinginum um fiskivinnuna.

Á umhvørvisøkinum vil Sjálvstyri seta av 400 milliónir til orkuskifti. Flokkurin sigur, at vit skulu hava grøna orku í allar almennar bygningar í 2030. Forboð skal setast ímóti sølu av bensin- og dieselbilum í 2030, tá eisini bann skal setast ímóti einnýtsluplasti. Og so vil flokkurin seta á stovn eitt umhvørvismálaráð, har fult fokus er á umhvørvi.

Um ferðavinnu sigur flokkurin, at ein ferðavinnuskattur verður lagdur á øll ferðafólk, sum koma til landið, og at føroyingar skulu hava eitt borgarakort, sum tryggjar føroyingum í Føroyum rættindi at ferðast alla staðni í Føroyum.