Vil nú hava eitt greitt svar frá Jørgen Niclasen

Enn hevur hann ikki sagt, nær farið verður undir at gera tunlarnar

Nú skal Jørgen Niclasen siga, heilt ítøkiliga, nær farið verður undir tunlarnar Norður um Fjall

Nú skal Jørgen Niclasen siga, heilt ítøkiliga, nær farið verður undir tunlarnar Norður um Fjall

Nær verður farið undir at gera tunlarnar Norður um Fjall.

Tað vil Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, nú hava at vita frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum.

Í hesum sambandi vil hon hava at vita, um farið verður undir tunlarnar norður um Fjall, tá Hvalbiartunnilin er skotin ígjøgnum. Og hon vil eisini hava at vita, nær landsstýrismaðurin væntar, at tað er koyrandi ígjøgnum teir.

Og tað skal Jørgen Niclasen svara upp á um nakrar dagar.

Beinta Løwe vísir á, at enn hevur Jørgen Niclasen ikki boðað frá ítøkiliga, nær farið verður undir tunlarnar Norður um Fjall.

Fyri einum mánað síðani varð hann spurdur um tað sama, og tá segði hann, at ætlanin er at fara undir teir, so skjótt Hvalbiartunnilin er liðugur.

Tinglimir hava ikki verið heilt nøgdir við hetta, tí tey halda, at tað kann tulkast ymiskt, nær Hvalibiartunnilin er liðugur.

Meinar Jørgen Niclasen við, tá ið farið verður undir Tunlarnar Norður um Fall næsta summar, táið tað væntandi er liðugt at bora Hvalbiartunnilin. Ella verður tað á vári 2021, tá ið tað er koyrandi ígjøgnum Hvalbiartunnilin.

Men Jørgen Niclasen hevur eisini boðað frá, at roynt verður at framskundað teir.

Hinvegin hava sambandsmenninir báðir Johan Dahl og Erhard Joensen, sett upp á, at nú boriútgerðin er í Suðuroy kortini, skal hon ikki av aftur oynni, fyrr enn tunnilin til Fámjins eisini er boraður.

Hjá undanfarnu samgongu lá í kortunum, at farast skuldi undir tunlarnar Norður um Fjall næsta summar, tá ið tað væntandi var liðugt at bora í Hvalba, og tinglimir hava verið forvitnir eftir at vita, um nakað er broytt í tí sambandi.

Nú skal Jørgen Niclasen siga, heilt ítøkiliga, nær farið verður undir tunlarnar Norður um Fjall