Vil vera formaður fyri at fáa meiri lív í

– Fakfelagsrørslan er steindeyð, sigur maðurin, sum nú vil vera formaður í landsins størsta fakfelagi

 

 

– Føroyska fakfelagsrørslan er steindeyð.

Tað er staðfestingin hjá Gunnari Hjelm, sum nú vil verða formaður í landsins størsta fakfelag, Starvsmannafelagnum.

Aðalfundur verður í Starvsmannafelagnum 7. mars og tá skulu limirnir eisini gera av, hvør skal vera formaður í felagnum hesi næstu fýra árini.

Og hesa ferð hendir so tað, at Gunnar Hjelm bjóðar verandi formanni, Súna Selfoss, av og á aðalfundinum skulu limirnir í Starvsmannafelagnum sostatt velja ímillum, hvønn av teimum báðum, tey vilja hava til formann hesi næstu fýra árini.

– Eg stilli upp, tí eftir míni uppfatan er føroyska fakfelagsrørslan steindeyð, segði hann, tá ið  útvarpsstøðin, FM1, spurdi hann, hví hann stillar upp.

– Vit hoyra einki og vit síggja einki, leggur hann afturat.

Hann heldur, at Føroya størsta fakfelag má hava ein virknari leiklut í samfelagnum og má gera meiri burtur úr at blanda seg upp í samfelagsskjakið.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Gunnar Hjelm greiða frá, hví hann bjóðar seg fram at verða formaður í Starvsmannafelagnum.