Vil Vinnuhúsið hava amerikanskar tilstandir?

Tað er í øllum førum hugsandi, nú Vinnuhúsið aftur hevur verið úti við rívuni. Hesaferð var tað sjómannafrádrátturin og handverkarafrádrátturin sum píndi tey.

Tey vilja heldur hava einar Føroyar, har brúkaragjøld, og ymisk onnur gjøld, verða løgd á borgarar.

Síggi fyri mær tilkomna mannin ella kvinnuna, sum kemur á skaðastovuna við hjartatrupulleikum, beinbroti ella øðrum. Ella vit síggja ungu foreldrini, sum fyri kortum settu búgv fyri ein okursprís, koma við barninum á skaðastovuna, tí at okkurt álvarsligt er áfatt, men verða vend í hurðini, tí at teirra fíggjarvánir ikki góvu møguleika fyri nøkrum eyka, og at eingin hjálp er at heinta, fyrenn kredittkortið hevur verið ein túr gjøgnum gjaldsterminalin - óhugnaligt vil eg halda.

Er tað eitt sovorðið samfelag vit ynskja okkum? Vónandi ikki.

Tað kunnu altíð setast spurningar við ein og hvønn stuðul, men samfelagsliga sæð, koppar sjómannastuðulin, handverkarastuðulin ella rentustuðulin valla nakrari fíggjarlóg. Tað er eingin ivi um, at hesir persónar føra nógvan pening og vitan til føroyska samfelagið.

Havi ein mistanka um, at tað liggur annað aftanfyri hesa útsøgn. Vit vita, at handverkarin ella arbeiðandi fólkið í Føroyum, ikki eru tey, ið forvinna mest. Vinnuhúsið hevur helst ikki áhuga í, at hesi forvinna ov nógv, men at tey heldur leita sær út um landoddarnar at arbeiða. Hettar kann ljóða sum eitt paradoks, men á hendan hátt er munandi lættari at yvirtala politikarar at fáa meiri útlendska arbeiðsmegi inn í land okkara og harvið bíligari arbeiðskraft í flestu førum. Vit síggja teir prísir byggifyritøkur taka fyri at byggja ymiskt, og vit vita, at tað eru ikki handverkarin ella arbeiðarin sum skúmar fløtan. Tað kann ikki vera meiningin, at vit bert skulu hava ein arbeiðsmarknað fyri arbeiðsgevarans skuld.

Hvat við at seta ferðina niður og toyggja arbeiðsuppgávurnar soleiðis, at ikki alt steðgar upp ísenn?

Í Føroyum skulu allir Føroyingar liva og yvirliva - ikki bara reiðarar og arbeiðsgevarar.

Vónandi fær Vinnuhúsið ikki sín vilja við hesum.

 

Havnar Handverkarafelag,

Eli Brimsvík, formaður