Tað eydnaðist monnunum, sum vóru staddir í Al-Noor henda seinnapart, at berja hin 21 ára gamla niður og halda honum, til løgreglan kom.

Vildi drepa so mong sum gjørligt

Philip Manshaus hevði eitt mál, tá hann koyrdi til moskuna - Al-Noor-moskeen - í Bærum í Noregi við skotvápnum.

 

Tað eydnaðist monnunum, sum vóru staddir í Al-Noor henda seinnapart, at berja hin 21 ára gamla niður og halda honum, til løgreglan kom.

 

Philip Manshaus vildi drepa so mong sum gjørligt, tá hann royndi at leypa á moskuna, Al-Noor. Løgreglan í Oslo hevur áður sagt, at álopið á moskuna var knýtt at religión og ynskinum hjá hinum 21 ára gamla um at ræða muslimar í Noregi.

Ástøðið um, at ætlanin við álopinum á moskuna hevði við religión at gera er styrkt eftir avhoyringar av skuldsetta. Tað hevur politiadvokaturin, Pål-Fredrik Hjort Kraby, sagt á tíðindafundi.

Verjin hjá Philip Manshaus, Unni Fries, sigur við VG, nú nýggjar avhoyringar hava verið av hinum 21 ára gamla, at hon vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum er sagt undir avhoyringunum.

Tað var nakrar minuttir fyri klokkan 16 hin 10. august, at Philip Manshaus kom til moskuna, Al-Noor-moskuna men longu áðrenn hann kom so langt henda seinnapart, hevði hann dripið fostursystir sína í heiminum í Bærum.

VG veit í dag frá keldum at siga, at málið hjá Philip Manshaus var at drepa so mong, sum hann yvirhøvur kundi megna. Men, hetta miseydnaðist hjá honum, tí hann varð álopin av tveimum eldri monnum í moskuni henda dagin.

Tað eydnaðist monnunum, sum vóru staddir í Al-Noor henda seinnapart, at berja hin 21 ára gamla niður, avvápna hann og halda honum, til løgreglan kom á staðið - og júst, tá løgreglan kom, vóru teir í holt við at binda hann niður.

 

 

 

 

Tað eydnaðist monnunum, sum vóru staddir í Al-Noor henda seinnapart, at berja hin 21 ára gamla niður og halda honum, til løgreglan kom.