Vildi sleppa sær av við konu sína

Tom Hagen sigur, at hjúnabandið millum seg og konuna var gott, tó at “...vi har hatt humper i veien, som alle andre...”

 

Løgreglan hevur framvegis Tom Hagen sum skuldsettan fyri dráp - ella viðvirkan til dráp av konu síni.

Løgreglan hevur framvegis Tom Hagen sum skuldsettan fyri dráp - ella viðvirkan til dráp av konu síni.

 

Onkur vitni, sum løgreglan hevur avhoyrt í málinum um horvnu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, hava sagt, at konan virkaði ørkymlað tríggjar vikur, áðrenn hon sporleyst hvarv. Tá skuldi hon eisini hava snakkað um hjúnasáttmálan millum seg og mannin, Tom Hagen, sum løgreglan hevur skuldsett fyri dráp - ella viðvirkan til dráp av konuni. Løgreglan heldur, at vitnisfrágreiðingarnar styrkja teirra tilgiting - ella hypotesu - um motivið aftan fyri, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Løgreglan heldur, at Anne-Elisabeth Hagen hin 9. oktober í 2018 luttók á einum fundi í Lørenskog saman við fleiri øðrum fólkum. - Hon græt og lætst, sum hevði hon tað trupult í hjúnabandinum saman við manni sínum, Tom Hagen, veit VG at siga. Sambært heimasíðuni hava vitni fortalt løgregluni, at ríkmanskonan vanliga plagdi at vera lítillátin og “privat”, sum tey taka til. Men, soleiðis var ikki hetta kvøldið, hava onkur vitni fortalt.

22 dagar eftir umrødda fund í Lørenskog, har Anne-Elisabeth Hagen var saman við fleiri øðrum, hvarv hon, og síðan hevur eingin sæð hana aftur, ei heldur hoyrt nakað til hennara. Fólk, sum vóru við á fundinum, hava sambært VG sett sær spurningin, hví konan hvarv so knappliga.

VG veit at siga, at norska løgreglan hevur brúkt hesar vitnisfrágreiðingar í rættinum, og seinast tær vórðu brúktar var í tingrættinum í juni í ár, tá løgreglan bað rættin um loyvi til at sleppa at kanna smátturnar hjá hjúnunum av nýggjum. Løgreglan heldur framvegis upp á, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin í heiminum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018, og at maður hennara, Tom Hagen, hevur ein leiklut í hesum.

Á ein hátt hevur norska løgreglan tingrættin á sínari síðu í málinum ímóti miljarderinum, men løgreglan hevur ikki í sama mun havt lagmannsrættin, sum liggur oman fyri í rættarskipanini, á sínari síðu. 

Longu áðrenn løgreglan handtók Tom Hagen um morgunin hin 28. apríl í ár, hevði tingrætturin givið løgregluni loyvi til at kanna miljarderin í loyndum. Eftir handtøkuna gjørdi tingrætturin av at varðhaldsfongsla mannin í fýra vikur, men verji hansara, Svein Holden, kærdi avgerðina til lagmannsrættin. Av trimum dómarum hildu tveir teirra, at grundarlagið hjá løgregluni fyri varðhaldsfongsling var ov veikt.

Tískil varð Tom Hagen leyslatin aftur eftir at hava sitið í varðhaldi í 11 dagar.

Løgreglan hevur framvegis Tom Hagen sum skuldsettan, tí tey halda upp á, at hann hevur ein leiklut, og tey halda eisini, at trupulleikarnir í hjúnabandinum er eitt hugsandi motiv. Sjálvur hevur miljarderurin sagt, at kona hansara var “... et fantastisk fint menneske...” Hann hevur eisini lýst hjúnabandið sum gott, sjálvt um “...vi har hatt humper i veien, som alle andre...”

VG hevur eisini áður skrivað, at miljarderurin í avhoyringum hevur víst aftur, at hann og konan nakrantíð hava sett seg niður í álvara at umrøða ein møguligan hjúnaskilnað teirra millum. Hann hevur eisini víst aftur, at hevnd, sjalusi ella pengar kundu verið eitt motiv hjá honum til at sleppa sær av við konu sína.

Tey trý vaksnu Hagen-børnini hava - hvør sær - í avhoyringum sagt seg einki kenna til tær vitnisfrágreiðingar, sum løgreglan sigur seg hava frá fólki, og her verður eitt nú víst til fundin, sum Anne-Elisabeth skal hava verið á saman við fleiri øðrum - bert fáar vikur eftir, at hon sporleyst hvarv.

Navngivin fólk, sum hittu hjúnini, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvarv og vinaparið, sum var saman við teimum til sjónleik í Oslo júst kvøldið fyri, at konan hvarv, hava sagt, at alt tóktist vera sum vanligt teirra millum. Tey merktu nevniliga einki til, at nakað skuldi verið broytt teirra millum, og tey vóru, sum tey altíð hava verið, bæði tvey.

Løgreglan hevur framvegis Tom Hagen sum skuldsettan fyri dráp - ella viðvirkan til dráp av konu síni.