Vildu gera tað lættari – men fingu bót ístaðin

Fleiri, sum leiga bilar út, fingu bót í gjár

 

 

Í gjár fór løgreglan undir eitt átak av tí heldur sjáldsama slagnum, men tað var ikki til onga nyttu.

Tá ið ein bilførari setur ein bil frá sær, er tað ólógligt at lata lyklarnar liggja í bilinum, tí bilurin skal tryggjast ímóti at óviðkomandi fara av stað við honum.

Men tað er einki dulsmál, at summi av teimum, sum leiga bilar út til ferðafólk, hava lyndi til at seta bilarnar klárar, við lyklunum í, fyri at gera tað lættari hjá leigaranum at fáa fatur á bilinum. 

Og í gjár var løgreglan á ferð vesturi í Vágum har tey kannaðu leigubilar, sum stóðu parkeraðir.

Og tað var ikki til fánýtis, tí løgreglan fann 12 leigubilar, sum stóðu ólæstir, og har lyklarnir lógu í bilinum fyri at gera tað lættari hjá tí, sum hevði leigað bilin - og fyri at gera tað ómakaleysari hjá útleigaranum eisini.

Løgreglan sigur, at hetta fáa útleigararnir hvør sína bót fyri, tí tá ið lykilin liggur í bilinum, kunnu tey ikki tryggja seg ímóti, at onkur óviðkomandi fer við bilinum, kanska onkur, sum ikki so frægt, sum hevur koyrikort.

Bótin er upp á 1.000 krónur.