Borgarstjórin í Hvannasundi stillar upp til Løgtingið

– Tað mangla røddir í útjaðaranum, sum tora at verja borg.

Tað sigur 41 ára gamla Irdi Jacobsen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu við Norðlýsið í sambandi við, at hon hevur gjørt av at stilla upp til løgtingsvalið fyri Miðflokkin.

Hon sigur við Norðlýsið, at hon vil virka fyri at føroyskt vinnulív fær tryggar karmar, og hon heldur, at Løgtinginum tørvar politikarar, sum seta ein hægri standard tá tað kemur til etikk, og hvat teir vilja loyva og ikki í Føroyum.

Irdi Jacobsen er úr og býr í Norðdepli og er borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Seinnu árini hevur hon verið sera virkin í stríðnum fyri at fáa nýggjar tunlar norður um Fjall.

– Orsøkin til at eg stilli upp er at økið eystan fyri Múla, Norðoyggjar og útjaðarin í Føroyum sum heild mangla sterkar røddir, sum tora at verja borg, sigur hon við Norðlýsið.

–  Í meira enn 10 ár havi eg sitið í bygdaráðnum í Hvannasunds kommunu og milliónirnar til íløgur, sum eru dotnar úr landskassanum og niður í okkara kommunu kunnu teljast á einari hond, sigur Irdi Jacobsen við Norðlýsið.