Vilja avmarka jollufiskiskap í Grønlandi

Grønlendska landsstýrið roynir nú at avmarka luttøkuna hjá nýggjum jollufiskimonnum í svartkalvaveiðini.

 

 

Frá 15. november í ár at rokna verða ikki fleiri nýggj loyvi at fiska svartkalva skrivaði út til grønlendskar jollufiskimenn í umsitingarøkinum 47, sum tað verður rópt.

Tó kunnu undantøk gerast um fólk, ið søkja, hava fastan bústað í Upernavik, hevur gørnlendska landsstýrið gjørt av.

Hetta merkir, skrivar www.sermitsiaq.ag, at landsstýrið við hesi avgerð steðgar útskriving av loyvum til nýggjar hugsandi jollufiskimenn eftir svartkalva.

Sambært grønlendska landsstýrinum verða eingi loyvi givin aftur fyrr enn í fyrsta lagi í apríl í 2022. Tá skal málið fyrst takast upp aftur av nýggjum, verður lagt aftrat.

Við hesum vil grønlendska landsstýrið avmarka luttøkuna hjá nýggjum jollufiskimonnum innan svartkalvaveiði, sum hevur verið nógv umrøtt í Grønlandi í longri tíð.

Landsstýrið ætlar eisini, at nøkur øki, har útróðrarmenn ikki nýtast at hava svartkalvakvotu fyri at fiska, koma undir skipað eftirlit.