Vilja avtaka rentustuðulin til bústaðin hjá fólki

Inntøkurnar, ið landskassin fær av tí, skal markast til eitt ávíst endamál

 

 

Rentustuðulin, sum fólk fáa av lánum til sethús og íbúðir, eigur at verða tikin av. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag í eini búskaparfrágreiðing, tey nú hava latið úr hondum.

Og felagið heldur, at akkkurát nú er rætta tíðin til at fara undir eina skipan, har rentustuðulin verður avtikin so líðandi.

Felagið vísir á, at hesi seinastu árini hevur lønarvøksturin verið stórur, samstundis sum at prísirnir ikki eru hækkaðir tilsvarandi.

Tað merkir, at tøka inntøkan hjá fólki er munandi økt.

– Føroysku húsarhaldini høvdu tí ikki merkt stórvegis til, at rentustululin varð avtikin í eini skipaðari tilgongd, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Og felagið heldur, at peningurin, sum Landið og kommunur spara við hesum, skal markast til eitt eindamál, nevniliga til at lækka skattin hjá fólki.

Tey vísa á, at í Føroyum er vanligi skatturin hægri enn í okkara grannalondum, og tískil missa vit kappingarførið. Fyri at eggja ti íløgur í Føroyum og fyri at varðveita arbeiðskraftina í Føroyum, eigur skatturin tískil at verða lækkaður.

Men tey leggja eisini dent á at hetta má gerast við varsemi, tí tað er lítið at ivast í, at renturnar fara at hækka aftur, ikki minst tí at krøvini til bankarnar eru herd.