Vilja banna útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum

Løgtingsmaður ávarar ímóti, at útlendingar kunnu keypa heilar bygdir

 

 

Kvívík er ein bygd, har útlendingar eiga fleiri hús

Kvívík er ein bygd, har útlendingar eiga fleiri hús

Møguleikin hjá útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum, skal avmarkast. Tað heldur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi og nú hevur hann aftur lagt uppskot fyri Løgtingið um at banna útlendingum at keypa fasta ogn í Føroyum.

Tí vil hann hava Løgtingið at samtykkja, at bara tey, ið búgva í Føroyum, og hevur verið skattskyldugur í Føroyum í tvey ár, sleppa at keypa fasta ogn í Føroyum.

Tey, sum hava búð her, og sum hava goldið skatt her,  í minst fimm ár tilsamans, skulu eisini kunna keypa fasta ogn í Føroyum.

Hesar reglur tryggja eisini, at fólk, sum eru uttanlands í lestrarørindum ella arbeiðsørindum, kunnu varðveita síni rættindi í Føroyum. Tað verður eisini tryggjað, at børn, hjúnafelagar og eftirkomarar, kunnu arva, og at til ber at sita í óskiftum búgvi.

Tey, ið ikki lúka hesar treytir, kunnu kortini søkja um serligt loyvi at útvega sær fastogn í Føroyum, men tá skulu tey lúka minst tvær av hesum treytum.

– Tey skulu kunna prógva, at tey hava eitt serligt tilknýti til Føroya.

– Endamálið skal ikki vera at vinna pengar, sum fara av landinum, ella at sleppa undan at rinda skatt.

– Tað skað ikki skeikla bústaðar- og vinnumøguleikar hjá fólkinum í landinum  – Talan skal vera um eitt almannagagnligt endamál.

Høgni Hoydal legði sama uppskot fyri Løgtingið fyri einum ári síðani, men tá varð tað felt. Meirilutin í Løgtinginum, var var samgongan og Framsókn, helt, at tað er í  andsøgn  við  eitt  opið  og  frælst  samfelag  at nokta útlendingum at keypa  ognir  í  Føroyum,  men tey mæltu til at seta reglur í gildið, so at útlendingar kortini ikki skulu hava fríar ræsur at keypa sum teir vilja.

Tá vísti løgmaður eisini á, at tey arbeiddi við málinum og tí helt meirilutin, at tað skuldi landsstýrið fáa frið til. Men, nú eitt ár er farið, er framvegis einki hent í málinum og tí leggur Høgni Hoydal uppskotið fram aftur.

Tá ið uppskotið var til viðgerar seinast, varð staðfest, at áhugin fyri at ogna sær bústað ella keypa jørð í Føroyum, er vaksandi.

 – Nú bankar krevja pengar frá fólki fyri at eiga pengar í kontu, og við gongdini, har útlendingar, og stórir grunnar, keypa bústaðir og ognir í ymsum londum, kann hetta bara vinda uppá seg.

Í summum londum eru tað grunnar og feløg, ið eiga jørð og bústaðir í heilum býarpørtum, ella bygdum, og har fólkið so kann leiga fyri dýran pening.

– Í fleiri londum eru alsamt fleiri dømi um, at møguleikin hjá fólkinum í ymsu londunum at útvega sær bústað og fyritøkur í sínum egnum landi fyri ein rímiligan kostnað, verður tikin burtur, tá ið útlendskur og altjóða kapitalur keypir jørð og ognir at brúka til egna nýtslu ella til at leiga út við vinnuligum endamáli.

– Føroyar eru í teirri støðu, at ríkir einstaklingar ella fyritøkur kunnu lættliga keypa upp heilar bygdir, býlingar – ja enntá heilar oyggjar, um ikki verður bundið fyri, sigur Høgni Hoydal.

Hann vísir á, at nógv lond hava reglur, sum avmarka møguleikan hjá útlendingum at keypa jørð, bústaðir ella summarbústaðir.

Í Danmark eru reglur fyri summarbústaðir og í Álandi er tað bara tey, ið hava bústað, ella hava búð í har í eitt ávist tíðarskeið, ið hava rætt at keypa jørð, bústað og fastogn, ella at reka vinnu, sigur Høgni Hoydal.

Kvívík er ein bygd, har útlendingar eiga fleiri hús