Vilja banna útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum

Uppskot verður nú lagt fyri Løgtingið um at nokta útlendingum at keypa jørð og hús inn undir seg í Føroyum

Útlendingar skulu ikki longur sleppa at keypa jørð og hús í Føroyum. Tað halda tey í Tjóðveldi og nú fara tey at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta.

Í fleiri ár hava húsaseljarar gjørt vart við, at tað er ein alsamt veksandi áhugi hjá útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum  til summarhús ella til onnur endamál og aftur nú hevur ein húsaseljari gjørt vart við hetta í Kvf.

Tjóðveldi sigur, at í valskránni til Løgtingsvalið, boðaðu tey frá, at tað er neyðugt at samtykkja eina lóg um, at útlendingar ikki kunnu keypa hús og jørð undir seg í Føroyum.

– Talan kann bæði vera um privatfólk ella fyritøkur, grunnar og íløgufeløg, sigur Tjóðveldi.

Tey vísa á, at bæði í okkara grannalondum, og aðrastaðni, er gongdin tann, at útlendingar keypa seg hús og bygningar, og harvið eru tað teir, sum seta treytirnar fyri, hvussu fólk sleppa at seta búgv í egnum landi.

– Í Íslandi sæst hetta sera væl aftur, tí útlendingar keypa sær hús, íbúðir og jørð í so stóran mun, at húsaprísirnir kunnu vaksa 20 prosent um árið, sigur Tjóðveldi.

Húsaseljarar vísa á, at útlendingar, sum keypa fasta ogn í øðrum londum, mangla sjáldan pengar.

– Hetta skeiklar sethúsaprísirnir so at fólk við vanligari inntøku als ongan møguleika hava at ogna sær jørð og bústað, sigur Tjóðveldi

Tey vísa á, at onnur lond hava sett reglur í gildi á hesum øki. Eitt dømi er Áland, har bara tey, sum eru borgarar í Álandi, hava loyvi til at keypa fasta ogn. Onnur lond hava ymsar avmarkingar og reglur um summarhús, leigubústaðir, bústaðarskyldu, skattskyldu, og annað.

Men í Føroyum hava vit ongar reglur sum forða útlendingum at eiga hús og jørð í Føroyum.

– Sum gongdin hevur verið undir núverandi samgongu, har útlendingar, saman við føroyingum, kunnu eiga í okkara fiskiríkidømi, er skjótt at hesi ovurstóru virði kunnu brúkast til at keypa alt inn undir seg í Føroyum, sigur Tjóðveldi.

Tey halda, at avleiðingar kunnu gerast sera stórar, bæði á størri plássum og á smábygd og tað kann vera so skjótt, at vit ikki eru annað enn eygleiðarar í egnum sjógvi, og húskallar í egnum landi, sum tey málbera seg.

Tí fer Tjóðveldi at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um, at bara tey, sum hava verið skattaborgarar í Føroyum í eitt ávíst áramál, skulu hava loyvi til at keypa fasta ogn í Føroyum.

 – Harumframt er tað eisini neyðugt at viðgera spurningin um bústaðarskyldu fyri at geva landi og kommunum møguleika at tryggja, at jørð og bústaðir ikki gerast ogn hjá útlendingum, ið ikki rinda skatt á staðnum, sigur Tjóðveldi.