Vilja eisini gera tað ókeypis hjá børnum og ungum í Sørvági

Eysturoyingar hava víst vegin – og nú gera fleiri sum tey

Nú skal bygdaráðið í Sørvági eisini taka støðu til, um kommunan skal rinda fyri frítíðarítrivini hjá børnum og ungum í kommununi.

Nú fíggjarætlanin fyri næsta ár skal samtykkjast, boðar bygdaráðslimurin, Jóhan F. á Ørg, frá á Facebook, at hann fer at mæla til, at Sørvágs kommuna rindar øllum børnum og ungum í skúlaladri, frá fyrsta til 10 flokk, 2000 krónur um árið, fyri at gera tað bíligari hjá teimum at taka lut í frítíðarítrivum.

Tað hevur hann nú lagt uppskot fyri bygdaráðið um, og ein annar bygdaráðslimur, Elsebeth Davidsen, var skjót at boða frá, at hon stuðlar tí til fulnar.

Tað var Runavíkar kommuna, sum var fyrst við eini slóðbrótandi ætlan, sum hesari við tí fyri eyga, at tað skuldi ikki vera fíggjarliga orkan hjá foreldrunum, sum var avgerandi fyri, hvat børnini hava ráð til at ganga til av frítíðarítrivum.

Síðani hevur Nes Kommuna gjørt tað sama, og í gjárkvøldið boðaði eisini meirilutin á Tvøroyri frá, at tey fara at gera tað sama. Og í dag frættist, at eisini triåja kommunan við Skálafjørðin hevur samtykt tað sama, og sostatt eru allar kommunurnar á Skálafjørðinum samdar um at seta hetta í verk.

Og nú skal so bygdaráðið í Sørvági so eisini viðgera sama mál.

Hetta hevði stuðla uppundur, at børnini og tey ungu fóru at verða virknari í frítíðini, heldur Johan F. á Ørg.

Hann sigur at í Sørvági snýr tað seg um einar 150 til 180 næmingar, og um so varð at hetta tilboðið bleiv varðandi, so fer tað neyvan uppum 200 næmingar árliga. Sostatt fer hetta at kosta í mesta lagi 400.000 krónur um árið, sigur hann. 

Hetta er eitt tiltak, Fólkaheilsráðið tekur undir við.

– At øll børn og ung fáa javnbjóðis fyritreytir at taka lut í frítðiðarvirksemi og gerast partur av einum sterkum, sosialum og sunnum felagsskapi, er heilt avgerandi í sambandi við fyribyrgjandi arbeiði fólkaheilsuni at frama, heldur Fólkaheilsuráðið.