Vilja endurnýta byggitilfar á Svalbard

Byggiídnaðinum dámar ov væl at ríva niður og byggja nýtt. Hetta vilja LPO Arkitektar í Longyearbýnum gera nakað við.

 

Tað var entreprenørurin, John Munroe Longyear, sum legði lunnar undir býin í 1906.

Tað var entreprenørurin, John Munroe Longyear, sum legði lunnar undir býin í 1906.

 

Ein forvitnislig verkætlan í Longyearbýnum á Svalbard hevur fingið 554.000 norskar krónur í stuðli úr einum grunni, nevndur DIP, Designdrevet Innovasjonsprogram. Talan er um fyritøkuna, LPO Arkitektar, sum vilja bjóða byggiídnaðinum av. 

Tey halda, at byggiídnaðurin dámar ov æl at ríva niður og byggja nýtt. Í staðin miðja LPO Arkitektar heldur eftir at endurnýta brúkt byggitilfar.

Bakgrundin fyri verkætlanini hjá LPO Arkitektum er umbroytingin av býnum, sum verður neyðugt at fremja við atliti til øktan vanda fyri náttúruvanlukkum, nú veðurlagið broytist.

Svalbardposten.no skrivar, at tilsamans vóru 79 umsóknir um stuðul, og tilsamans 8,5 miljónir norskar krónur vóru at býta út. At enda vórðu 18 ymiskar verkætlanir valdar út, harav LPO Arkitektar fingu tær 554.000 krónurnar til sína endurnýtsluverkætlan.

In.fo kann leggja aftrat, at Longyearbýurin liggur á oynni Spitsbergen og er høvuðsbýur á Svalbard við stívliga 1800 íbúgvum. Býurin telist millum norðastu búsetingar í heiminum.

Tað var entreprenørurin, John Munroe Longyear, sum legði lunnar undir býin í 1906, men býurin varð oyðilagdur av týskarum hin 8. september í 1943.

Longyearbýurin varð endurbygdur aftur eftir seinna heimsbardaga.

Tað var entreprenørurin, John Munroe Longyear, sum legði lunnar undir býin í 1906.