Vilja ganga ynskinum hjá Jenisi av Rana á møti

Landsstýrið hevur biðið løgtingið um at játta 1,6 milliónir til endamálið

Tað sær út til at hann fær sítt ynskið uppfylt

Tað sær út til at hann fær sítt ynskið uppfylt

Nú bendir alt á, at Jenis av Rana, landsstýrismaður, fær eitt av sínum fremstu, politisku, ynskjum uppfylt.

Og tað er at fáa eina føroyska sendistovu í Ísrael.

Tað hevur verið eitt umstrítt mál at fáa eina føroyska sendistovu í Ísrael, serliga vakti tað ans, at ætlanin var um at hon skuldi vera í Jerusalem.

Men síðani hevur Jenis av Rana eisini boðað frá, at hann verður hon í Tel Aviv, er hann eisini nøgdur við tað.

Tinglimir hava eisini ógvuliga ymiskir á máli um ætlanina, og tá ið Sosialurin spurdi løgtingslimir, var meiriluti ikki fyri at fáa føroyska sendistovu í Ísrael.

https://www.in.fo/news-detail/news/visa-aetlanini-hja-jenisi-av-rana-bakid/?no_cache=1Les meiri um tað her: Venda ætlanini hjá Jenisi av Rana bakið

Men nú Løgtingið fer at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur landsstýrið kortini sent Løgtinginum eina áheitan um at fáa 1,6 milliónir til eina føroyska sendistovu í Ísrael.

– Landsstýrið hevur sett sær fyri at seta á stovn sendistovu í Ísrael, verður sagt í umbønini til Løgtingið.

Landsstýrið sigur, at hóast handilsliga og vinnuliga samstarvið annars ímillum Føroyar og Ísrael, er avmarkað í løtuni, eru stórir møguleikar í einum tøttum samstarvið við Ísrael.

Landsstýrið sigur, at Ísrael er eitt land, sum er í fremstu røð  á mongum økjum, og ein sendistova í Ísrael kann vera við til at birta undir eitt fjøltáttað samstarv, og eina fjøltáttaða samvinnu, ímillum Føroyar og Ísrael, á fleiri økjum, sum kann vera til frama fyri bæði londini. 

Tað sær út til at hann fær sítt ynskið uppfylt