Vilja gera meira fyri trivnaðin

- Nú hevur tú møguleika at hava ávirkan á, hvørji trivnaðartiltøk verða í 2021.

 

Líkt er til, at nývaldu kommunustýrini ætla sær at seta trivnaðin í kommununum frammarlaga í hesum valskeiði.

Herfyri, tá kavin lá, sóu vit, at nývaldar trivnaðarnevndir í ymiskum kommunum bjóðaðu sínum borgarum heitt kakao og ymiskt annað í samband við, at fólk fóru út at skreiða.

Hetta sóu vit eitt nú í Hvalbiar kommunu og Skopunar kommunu, har limir í trivnaðarnevndum vóru úti millum fólkið og bjóðaðu leskandi og okkurt undir tonna.

Á heimasíðuni hjá Hvannasunds kommunu spyr eisini trivnaðarnevndin her, um fólk hava onkur góð hugskot, sum kunnu vera við til at betra um trivnaðin hjá borgarunum.

- Nú hevur tú møguleika at hava ávirkan á, hvørji trivnaðartiltøk verða í 2021.

Í Hvannasunds kommunu verður heitt á borgararnar um at senda teldupost við hugskotum, soleiðis at hesi kunnu verða tikin við, tá trivnaðarnevndin fer at leggja tiltøk til rættis.

Her verður vist á, at seinsta freist at senda hugskot er mánadagin hin 1. februar klokkan 12.

Í trivnaðarnevndini í Hvannasunds kommunu eru Hans Fuglø Christiansen, Sanna Akurstein og Jóna Eliassen.