Vilja hava arbeiðsgevarar at vísa hógv

Nú so nógv ferð er á búskapinum eiga arbeiði at verða drýggjað, heldur arbeiðarafelag

– Havnar Arbeiðarafelag vísti í september á, at arbeiðir eiga at verða drýggjað, nú nógv ferð er á búskapinum. Vit endurtaka boðskapin, sigur Hans Joensen, formaður, nú Vinnuhúsið biður løgtingið umlættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi.

Í fráboðan frá Havanar Arbeiðarafelag verður sagt soleiðis:

Føroya Arbeiðsgevarafelag staðfesti fyrr í ár, at Føroyar eru á toppinum í einum hákonjukturi við metlágum arbeiðsloysi og metstórari arbeiðarafjøld. Felagið mælti eisini landi og kommunum til at gera langtíðarætlanir um, hvussu alment virksemi kann leggjast til rættis.

Hetta var skilatala, heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, men undrast á, at Vinnuhúsið biður løgtingið um, at útlendsk arbeiðsmegi skal hava lagaligari atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin, so meiri ferð kann setast á búskapin.

– Vit mæla arbeiðgevarunum til at taka atlit til føroysku arbeiðsmegina, sum skal virka og vinna til lívsins uppihald í Føroyum nú og næstu mongu árini. Í hesum sambandi hava ikki bara land og kommunur eina ábyrgd, men eisini tað privata, sigur hann.

Hans Joensen fegnast um, at Havnar Handverkarafelag nú eisini mælir til, at arbeiðir verða drýggjað, so øll arbeiðir ikki verða gjørd í senn í eini kapprenning um skjótan vøkstur.

– Arbeiðsgevararnir mugu duga sær hógv, tí vit hava fyrr sæð, hvussu djúpt vit kunnu falla, tá alt steðgar upp. Í teirri løtu er øll útlendsk arbeiðsmegi horvin, og eftir sita mongu limirnir í fakfeløgunum og hava onki at gera. Ta støðuna mugu vit ikki koma í, sigur Hans Joensen.