Vilja hava at alt verður gjørt av nýggjum

Nú nýggir stjórar skulu setast á sjúkrahúsunum, hava ellivu fakfeløg sent Heilsumálaráðnum við eini kravboð

Heilsumálaráðið brýtur bæði sáttmálar og almenna starvsfólkapolitikkin, og tað góðtaka vit ikki.

Tað siga ellivu fakfeløg nú í einum kravboðum til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

Fakfeløgini siga, at tað er í sambandi við tilgongdina at seta nýggjan stjóra fyri sjúkrahúsverkið, og nýggjar stjóra fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, og Suðuroyar Sjúkrahús, at tey siga, at mannagongdin er brotin.

Tey vísa á, at nú størvini skulu setast, hevur Heilsumálaráðið sett eina setanartnevnd har hvørki starvsfólk ella álitisfólk eru umboðað.

– Hendan avgerð bleiv tikin Heilsumálaráðnum, hóast álitisfólk vendu sær til tey áðrenn setanarnevndin varð sett, siga tey eillivu fakfeløgini.

– Hetta er brot á bæði sáttmálar og almennan setanarpolitikk, og tað kann ikki góðtakast. Tí krevja undirritaðu fakfeløg at setanartilgongdin byrjar av nýggjum og at ráðið fylgir ásetingunum í sáttmálunum og almenna starvsfólkapolitikkinum, siga tey.

 

Tey siga, at í almenna starvsfólkapolitikkinum stendur, at. bæði leiðsla og starvsfólk, t.d. umboð fyri ávísar starvsbólkar, ið viðkoma starvsøkinum, og álitisfólk, skulu sita í setanarnevndum.

Og í sáttmálanum stendur, at á øllum almennum stovnum verður ein samstarvsnevnd sett, har leiðsla, álitisfólk og varaálitisfólk sita, sum skal hava innlit í øll viðurskifti, sum hava við stovnin og uppgávur hansara at gera.

Tí heita tey enn einaferð á Heilsumálaráðið um at virða galdandi reglar og at lata setanatilgongdina ganga av nýggjum.

Tey ellivu fakfeløgini eru: Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Felagið Radiografar í Føroyum, Fysioterapeutfelag Føroya, Føroya Pedagogfelag,

Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsurøktarafelagið, Ljósmøðrafelag Føroya, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið

 

Trýst annars HER og les meiri um, hvat fakfeløgini halda.