Vilja hava avsláttur á ferðir til Føroya og Grønlands

Nauja Lynge og Lave K. Broch hava í grein í Informatión nøkur boð uppá, hvussu ríkisfelagsskapurin kann styrkjast

Vit eiga at styrkja munandi um ríkisfelagsskapin. Tað meina grønlendski rithøvundurin Nauja Lynge og danski stjórnmálafrøðingurin Lave K. Broch. 

Tey vísa í grein í Informatión á, at ríkisfelagsskapurin er undir trýsti, tí USA og Kina royna at fáa ávirkan á arktiska økið. Her vísa tey serliga á, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í fjørsummar ætlaði sær at keypa Grønland, sum so ikki bleiv til nakað, men at USA nú roynir at fáa ávirkan við at stuðla Grønlandi peningaliga.

Nauja Lynge og Lave K. Broch hava í greinini 10 boð uppá, hvussu ríkisfelagsskapurin kann styrkjast, sum vit leysliga endurgeva her:

1. Eitt mál skal setast um ein meira javnsettan ríkisfelagsskap, har allir borgarar hava somu rættindi og møguleikar.

2. Eitt ríkisráð skal setast á stovn, sum kann fyrihalda seg til umsitingarligar avbjóðingar og fyrispurningar um ríkisfelagsskapin. 

3. Tørvur er á serligum rættindum til føroyingar og grønlendingar, tá teir flyta til Danmarkar fyri at tryggja, at eingin diskriminatión verður. 

4. Føroyingar og grønlendingarar skulu vera meira hoyrdir av dønum í sambandi við felags uttanríkispolitikk.

5. Danskt, føroyskt og grønlendskt eiga at verða almenn tungumál í øllum ríkinum.

6. Øll børn í donskum skúlum eiga at hava eitt ávíst tímatal um vikuna, har tey læra um Føroyar og Grønland.

7. Eitt alment fíggjað ferjusamband millum Danmark, Føroyar og Grønland eigur at gerast, fyri at fáa eitt meira umhvørvisvinarligt alternativ til flogsambandið.

8. Allir danskir ríkisborgarar skulu einaferð í lívinum fáa avsláttur, um viðkomandi ætlar at vitja hinar báðar partarnar av ríkinum.

9. Danska kringvarpið DR skal í størri mun vera ein rás fyri alt ríkið. Tí skulu fleiri tíðindi úr Føroyum og Grønlandi vera við í tíðindaflutninginum, og haraftrat skal veðurfrásøgn um Føroyar og Grønland eisini fáast í lag. 

10. Ein peninganøgd eigur at latast til skúlar og útbúgvingarstovnar, so tað verður lættari at vera skiftisnæmingur millum teir tríggjar partarnar av ríkinum.

Greinin er at finna her á Informatión.dk.