Innfluttu 1,8 tons av ólógligum evnum

Tað er nógvur handil við ólógligum evnum, eisini til Føroya

Herfyri varð ein sending við tilsamans 1.800 kilo av freon,  sum var komin ólógliga til landið, send av landnum aftur.

Tað boðar Umhvørvisstovan frá nú seinnapartin.

Talan er um kølievnið R-22, ið var komið við farmaskipi úr Danmark til Føroyar til ein grønlendskan trolara, sum tá var í Føroyum við tí endamáli at fáa kølievni og aðra útgerð umborð.

R-22 er eitt ozonoyðandi evni, sum tað ikki er loyvt at innflyta, uttan tá ið talan er um endurvirkað kølievni. Tað merkir, at kølievni hevur verið brúkt áður, men er reinsað so væl, at tað kann brúkast aftur.

- Tá ið tollvaldið varnaðist fløskurnar við R-22, varð Umhvørvisstovan fráboðað. Eitt eftirlit á kaiini staðfesti, at talan var um nýframleitt R-22, altso ikki endurvirkað, og sostatt var talan um ólógligan innflutning. 

Harumframt hevði innflytarin ikki fingið innflutningsloyvi frá Umhvørvisstovuni, sum eisini er krav.

Umhvørvisstovan heitti á tollvaldið um at skipa fyri, at vøran varð send aftur hagani hon kom. Eftir lógini skal vøra, sum er komin ólógliga til Føroya, annaðhvørt fyribeinast ella sendast aftur, hagani hon kom frá og fløskurnar við R-22 fóru av landinum.

Umhvørvisstovan sigur, at í flestu londum í heiminum er bann fyri at innflyta og brúka nýframleitt R-22 og onnur kølievni, sum skaða ozonlagið. 

Endurvirkað kølievni kann tó innflytast við serligum loyvi, men bara til 31. desember 2015, tá ið fullkomið bann verður sett fyri hesum evnum.

- Seinnu árini hava fleiri dømi verið um ólógligan innflutning av nýframleiddum kølievni til Føroya. 

- Av tí at nýframleitt R-22 er munandi bíligari enn endurvirkað R-22, er nógvur ólógligur handil við nýframleiddum R-22, ikki bara í Føroyum, men um allan heim, sigur Umhvørvisstovan