Vilja hava fleiri útbúgvingarstørv

Felagið Yngri Læknar Føroyar heitir nú á landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, um at seta fleiri pengar av til útbúgvingarstørv umgangandi.

Boðini koma, eftir at landsstýrismaðurin hevur svarað fyrispurningini frá Jóannisi Joensen um játtanina til introstørv, læknatrot og bíðitíðir í heilsuverkinum.

Í fyrispurninginum gjørdi Jóannis Joensen greitt, at um 15 yngri føroyskir læknar eru í løtuni í Føroyum, men bert trý útbúgvingarstørv eru til teirra, og hetta merkir, at hinir mugu av landinum aftur at finna sær arbeiði.

Kaj Leo Holm Johannesen ásannar, at tørvur er á fleiri útbúgvingarstørvum, og tí fer hann at taka hetta upp í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár.

Yngri Læknar Føroyar fegnast um, at landsstýrismaðurin ætlar at bøta um støðuna.

– Undanfarnar leiðslur í sjúkrahúsinum og heilsumálaráðharrar hava nølað alt ov leingi, við at seta fleiri pengar av til útbúgvingarstørv til læknar. Tí er tað gott, at heilsumálaráðharrin nú sigur, at hann hevur ætlanir um at seta fleiri pengar av til hetta, sigur felagið.

Landsstýrismaðurin hevur kortini gjørt greitt, at hetta skal gerast í sambandi við fíggjarlógina næsta ár, men hetta er ov leingi at bíða, sigur felagið Yngri læknar Føroyar.

– Tað er eingin orsøk at bíða til næsta ár. Fleiri yngri læknar eru arbeiðsleysir og noyddir at fara av landinum nú, og tað er ikki vist teir eru klárir at bíða eitt ella tvey ár. 

– Bíðilistarnir eru bara vorðnir longri undir korona, og tørvur er á eyka arbeiði at fáa teir niður aftur á støði sum var áðrenn korona - og lægri, sigur felagið Yngri læknar Føroyar, sum heitir á landsstýrismannin um at fáa hetta avgreitt alt fyri eitt.