Vilja hava gamalt ritsavn úr Danmark til Íslands

Ísland vil hava Lærda Háskúlan í Keypmannahavn at geva frá sær virðismikið og søguligt ritsavn, har skrivað er á íslendskum um m.a. danskar kongar og víkingar.

Men á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn eru tey ímóti hesum við grundgevingini, at talan er um týðandi danskan søguarv. Talan er um tað, ið danir nevna “den Arnamagnæanske samling”, og í dag eru tey umleið 3000 skjølini  býtt millum Danmark og Ísland.

Íslendska ráðfrúan fyri gransking og mentan, Lilja Alfredsdóttir, vil hava størri part av savninum til Íslands.

Handanin skal henda í samband við at Ísland fær nýggjan mentanarstovn, ið hevur navn eftir Arna Magnusson, ið savnaði ritsavnið. Hann doyði í 1730. Savnið røkkur aftur til 12. øld.

Hann var professari við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, og í testamenti sínum lat hann skúlanum savnið. Í 1965, 235 ár eftir deyða Magnusson, gekk Danmark við til at lata Íslandi part av skjølunum, men bert tey, ið snúgva seg um íslendsk viðurskifti, og sum eru skrivað ella týdd av íslendingum.

Um 700 skjøl eru í dag í savninum í Keypmannahavn, og stendur tað til Anne Mette Hansen, lektara, so verða skjølini verðandi í Keypmannahavn. Hon sigur, at hetta er týðandi partur av danskari søgu, har skrivað er um danskar kongar, frá Haraldi Blåtand tilKog Knud VI. Eisini eru søgur úr miðøld, týddar til íslendskt, um eittnú um Trojanska Kríggið.

Lektarin sigur seg ikki vita, júst hvørji skjøl Ísland hevur áhuga í, men hon heldur ein møguleika vera, at tá nýggi íslendski mentanarstovnurin letur upp, so kunnu íslendingar læna skjøl úr íslendska ritsavninum í Keypmannahavn.