Vilja hava hjálp frá fólki til at uppklára álvarsligt brotsverk

Løgreglan leitar enn eftir teimum, sum royndu at seta eld á ein barnagarð í Havn

Vit vilja framvegis frætta frá fólki, sum kunnu vita nakað um málið. Tað sigur løgreglan í morgun.

Og málið, tey tosa um, tað er hendingin, sum fór fram um náttina ólavsøkudag, har onkur royndi at seta eld á barnagarðin, Lítlaskóg, í Djóna í Geilsgøtu í Havn.

Tað var klokkan 01.48 um náttina, ólavsøkudag, at brandávaringin í Lítlaskógi, fór frá. Fyri at vera heilt nágreinilig, var tað klokkan 01.48. hósnáttina 30. juli, at brandávaringin fór frá og tá ið løgregla, og sløkkilið komu á staðið, kundu tey staðfesta, at talan var um eldáseting, tí eldur varð settur á í tveimum støðum inni í barnagarðinum.

https://www.in.fo/news-detail/news/royndu-at-seta-eld-a-barnagard-i-havn/Les meiri um tað her: Royndu at seta eld á barnagarð í Havn

Løgreglan tryggjaði sær nøkur spor at ganga eftir, men enn er eingin handtikin.

Samstundis vil løgreglan fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð, ella hoyrt, okkurt har um vegir frá á midnátt ólavsøkudag, til klokkan tvey um náttina.

Tey siga, at nøkur fólk hava vent sær til løgregluna við ymsum upplýsingum, og teir verða nú kannaðir, men tey vilja fegin frætta meiri frá fólki.