TIÐINDI     SOSIALURIN

Gudrid Dahl Sørensen 70 ár

1. páskadag, 20. apríl, fylti Gudrid Dahl Sørensen, f. Olsen, á Viðareiði 70 ár.



Gudrid er fødd og uppvaksin í Árnafirði. Hon er dóttir Mariu og Guttorm Olsen, skipara, í Árnafirði. Pápin doyði, áðrenn Gudrid varð fødd, hann druknaði saman við elsta soninin í eini vanlukku í 1932. Sum ung arbeiddi hon í Klaksvík, har hon hevði húspláss. Í 1956 giftist Gudrid við Jóhan Dahl Sørensen, vanliga nevndur Dahl, av Viðareiði, og í 1957 flutti hon til Viðareiðis at búgva, har tey róku handilin "í Hoygarðinum", ið hevði verið í familjuni hjá Jóhan í mong ár. Eftir at Jóhan doyði í 1982, 56 ára gamal, rak Gudrid handilin víðari til 1985, tá hon gavst at handla. Síðan tá hevur hon arbeitt í fiski og vaska í skúlanum. Í skúlanum í Árnafirði hevði Gudrid lært at spæla upp á orgul, og sum 13 ára gomul byrjaði hon at spæla í kirkjuni og til møtir í skúlanum. Síðan hon kom til Viðareiðis, hevur hon verið organistur í kirkjuni og eisini avloyst sum klokkari. Í 1995 fekk hon medalju frá drottningini fyri trúgva tænastu. Eisini hevur hon sitið í meinigheitsráðnum á Viðareiði í 20 ár. Gudrid og Jóhan fingu fýra børn, tey eru: Gunvør, Jan, Mamy og Sørin Birgir.