Turið nýggjur námslektari

Fróðskaparsetrið sett Turið Petursdóttir í starv sum námslektari hjá pedagog- og læraralesandi.

Fróðskaparsetur Føroyar hevur sett ein nýggjan námslektara í starv at undirvísa pedagog- og læraralesandi í ítrótti og heilsu, kroppi og rørslu.


Talan er um Turið Petursdóttir, ið er sett í eitt fyribils starv í eitt ár.


Turið Petursdóttir er cand.scient. frá Århus Universiteti/Syddansk Universiteti í 2007 við lærugreinunum ítrótti og heilsu við serritgerð um børn og venjing. Umframt tað, hevur Turið prógv sum professionsbachelor í fysioterapi frá  Fysioterapeutskúlanum í Århus í 2002, og heilt ókend er hon ikki á Setrinum, tí í 2013 tók hon føroyskt sum hjánám.


Turið Petursdóttir kemur úr einum starvi sum studentaskúlalærari á miðnámsskúlanum á Kambsdali, har hon hevur starvast seinastu seks árini.