Vilja hava svar frá Anniku

Eigarafeløg hava sett borgarstjóranum 10 spurningar um byggiverkætlan

Tað er ikki við vælsignilsi frá grannunum, at Tórshavnar kommuna hevur valt at lata byggifelagnum MARK byggja nýggjar íbúðir undir Kongavarða.

Tey bæði eigarafeløgini í økinum, Eigarafelagið undir Kongavarða & Eigarafelagið eystan Kongavarða, hava fleiri ferðir seinastu vikurnar alment mótmælt ætlanini hjá kommununi, og nú venda tey kanónina móti Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

Í skrivi sent fjølmiðlunum seta tey borgarstjóranum 10 spurningar um verkætlanini, ið umfatar 94 íbúðir undir Kongavarða.

Millum annað ynskja borgararnir at fáa greiðu á, um hví góðkenningin av verkætlanini bleiv skundað ígjøgnum, hví kommunan ikki fylgir heildarætlanini fyri økið og hví hon ikki fylgir sakkunnleikanum.

Alt skrivið og teir tíggju spurningarnir kunnu lesast við at trýsta á her