Vilja ikki fíggja útróðrarmenn

Størsti bankin í Grønlandi vil ikki longur fíggja jollufiskimenn, tí veiðan er ikki burðardygg, ei heldur fíggjarliga ráðilig.

 

Størsti bankin í Grønlandi - Grønlandsbankin - hevur tikið eitt ógvusligt stig, sum fer at fáa avleiðingar fyri grønlendskar útróðrarmenn, sum fiska innanskers. Mett verður, at hetta serliga fer at raka teir mongu jollufiskimenninar.

Bankastjórin, Martin Kviesgaard, sigur við Sermitsiaq, at bankin seinnu árini hevur hidið aftur við at fíggja, men at tey nú kenna seg noydd at taka ógvusliga stigið at steðga við allari fígging av jollufiskimonnum. 

Hetta hendir, sigur bankastjórin, eftir, at Grønlandsbankin í fleiri ár hevur ávarað um, at veiðan hjá jollufiskimonnum ikki er burðardygg. 

Í samrøðu við Sermitsiaq sigur Martin Kviesgaard, at broytingarnar í kvotunum koma í framhaldi av ov høgum kvotum yvir eina longri tíð, samstundis sum ov nógvir jollufiskimenn eru.

- Veiðan er snøgt sagt ikki burðardygg, hvørki lívfrøðiliga, ei heldur fíggjarliga. Tí eru vit nú noyddi at taka stigið at steðga allari fígging av hesum fiskiskapi. Hetta er spell, tí vit hava havt nógv góð viðskiftafólk gjøgnum fleiri ár, sigur bankastjórin.