Vilja ikki gera Sea Shepherd ólógligt í Føroyum

Ístaðin fyri skulu aðrir møguleikar roynast

 

Lógin verður ikki broytt fyri at forða hesum í at koma aftur til Føroya

Lógin verður ikki broytt fyri at forða hesum í at koma aftur til Føroya

Lógin verður ikki broytt, soleiðis at forboð verður sett fyri at Sea Shepherd, ella aðrir umhvørvisfelagsskapir, sum vilja forða grindadrápi, sleppa til Føroyar.

Tað ger Johan Dahl, landsstýrismaður í útlendingamálum, nú greitt.

 

Í vetur samtykti Løgtingið á landsstýrið um at leggja leggja uppskot fyri løgtingið um at forða fyri, at umboð fyri felagsskapir og útgerð hjá teimum, ið hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi ella hótta rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella fyrireika sítt virksemi í Føroyum.

 

Ein møguleiki, ið nevndur er, er at broyta útlendingalógina, so at tað verður beinleiðis ólógligt hjá ávísum felagsskapum, ávísum ella fólkum, at koma til Føroya.

 

Útlendingalógin er danskt málsøki og nú hevur Johan Dahl verið á fundi við danska løgmálaráðharran, Mette Frederiksen.

Niðurstøðan av tí fundinum er, at útlendingalógin verður ikki broytt, soleiðis at tað verður ólógligt hjá Sea Shepherd og líknandi felagsskapuym, at koma til Føroya

- Danska stjórnin er ikki sinnað at gera slíkar broytingar í lógini, sigur Johan Dahl.

 

 

- Ístaðin fyri at broyta útlendingalóggávuna, eiga aðrir møguleikar at verða troyttir, fyri at ganga ímóti umhvørvisaktivistum, ið vilja steðga grindadrápi, sigur Johan Dahl.

 

Hann sigur, at nú skal ein listi gerast yvir, hvørjir møguleikar eru til taks í royndunum at ganga ímóti ófriðarkroppum frá umhvørvisfelagsskapum.

 

- Ágangur frá umhvørvisfelagsskapum er ikki nakað nýtt í heiminum, og tá ið onnur lond megna at forða slíkum ágangi, megna vit tað eisini her heima, sigur Johan Dahl.