Vilja ikki lova Tom Hagen heimaftur

Tað kunnu ganga vikur og mánaðir, áðrenn norski miljarderurin, Tom Hagen, sum er skuldsettur fyri dráp, sleppur at flyta heimaftur til sín sjálvs.

 

Tað er nú hálvur triði mánaði síðan, at løgreglan legði hald á húsini hjá miljarderinum, Tom Hagen.

Tað er nú hálvur triði mánaði síðan, at løgreglan legði hald á húsini hjá miljarderinum, Tom Hagen.

 

Løgreglan hevur framvegis húsini hjá Tom Hagen í sínari varðveitslu. Tað hevur løgreglan havt, síðan tey handtóku mannin á opnari gøtu í Lørenskog ein morgun seint í apríl, tá Tom Hagen var á veg til arbeiðis.

Samstundis, sum maðurin varð handtikin, varð hann eisini skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið sporleyst horvin síðan hin 31. oktober í 2018.

Eftir handtøkuna sat Tom Hagen avbyrgdur í varðhaldi í 11 dagar, tá hann varð latin leysur aftur, tí lagmannsrætturin metti ikki, at løgreglan hevði nóg góð prógv ímóti honum. Heilt síðan hann varð leyslatin hin 8. mai, hevur løgreglan noktað honum atgongd til egnu hús síni.

Sjálvur hevur Tom Hagen gjørt greitt, at hann ynskir at flyta heim aftur, og nú hevur verjin hjá honum, Svein Holden, aftur langað út eftir løgregluni, tí verjin metir, at arbeiðið, sum løgreglan sigur seg gera í húsunum og á sethúsaognini, tekur alt ov langa tíð.

- Herfyri fingu vit boð frá løgregluni um, at tað kunnu ganga vikur og mánaðir, áðrenn kanningarnar í húsunum er lidnar, sigur verjin við VG. 

Hvussu upplivir Tom Hagen hesi boð? - Eingin ivi er um, at tað er krevjandi fyri Tom Hagen ikki at sleppa heim í síni egnu hús í eina so langa tíð, sigur Svein Holden, sum vísir á, at løgreglan longu í 2018 gjørdi eina fullfíggjaða ástaðarkanning, og síðan eru fleiri kanningar gjørdar í húsunum í 2019. 

Verjin er ovfarin av, at løgreglan, sum gjørdi umfatandi kanningar í húsunum stutt eftir hin 31. oktober í 2018, tá Anne-Elisabeth Hagen var horvin, nú aftur skal hava havt húsini í sínari varðveitslu í hálvan triðja mánaða.

Men, hvat heldur so Svein Holden um løgfrøðisliga grundarlagið hjá løgregluni framhaldandi at hava húsini í sínari varðveitslu? - Tað er eingin ivi um, at løgreglan arbeiðir heilt úti á tromini í mun til, hvat lógin gevur heimild til, heldur verjin.

Ein granni hjá Tom Hagen, sum VG hevur skift orð við, heldur, at løgreglan nú hevur brúkt ógvuliga langa tíð til sínar kanningar, og grannin heldur tað vera upp á tíðina, at Tom Hagen nú sleppur heimaftur.

- Løgreglan gjørdi nógvar kanningar í húsunum, tá Tom Hagen sat varðhaldsfongslaður og í tíðini eftir, at hann varð leyslatin. Men, nú havi eg ikki sæð tey í húsunum her í fleiri vikur. Ofta koyrir ein løgreglubilur framvið og hyggur at húsinum, men tað eru tvær vikur, síðan nakar var inni í húsunum, sigur grannin.

Løgreglan upplýsir, at kriminaltekniska arbeiði í húsunum famvegis er í gongd, og løgreglan hevur eisini latið almenningin vita, at tey hava funnið - eftir teirra tykki - viðkomandi spor í húsunum, síðan Tom Hagen varð leyslatin.

- Hetta er eitt dynamiskt arbeiði, og vit kunnu ikki áseta nakra tíðarfreist í VG um, nær arbeiðið er liðugt, sigur løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, í einum telduposti til heimasíðuna.

Løgregluadvokaturin leggur aftrat, at húsini við Sloraveien í Lørenskog eru staðið, har ein álvarslig og revsiverd atgerð er farin fram, og tískil hevur løgreglan brúk fyri at gera umfatandi kriminaltekniskar kanningar í húsunum.

Tom Hagen, sum telist millum ríkastu fólk í Noregi, hevur alla tíðina noktað seg sekan í at hava nakað við hendingina at gera, tá kona hansara hvarv. Hagen-hjúnini eiga trý vaksin børn, og tey eru øll sannførd um, at pápin er ósekur.

##med2##

 

 

Tað er nú hálvur triði mánaði síðan, at løgreglan legði hald á húsini hjá miljarderinum, Tom Hagen.

Hagen-børnini eru sannførd um, at pápin er ósekur í, at mamman er sporleyst horvin.