Vilja ikki rinda meiri

Vit klára ikki at rinda meiri, sigur borgarstjórin í Fámjin

Vir fáa ikki goldið meiri enn vit fáa aftur, sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin

Vir fáa ikki goldið meiri enn vit fáa aftur, sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin

– Vit rinda ikki meiri til eldraøkið í Suðuroy enn tað, vit fáa í endurgjaldið frá landinum. Tað sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin.

Tað er greitt, at eldraøkið í Suðuroy er í nakað av eini kreppu, tí kommunurnar fáa nógv minni í endurgjaldi úr landskassanum enn tað eldraøkið kostar at reka.

Eftir fíggjarætlanini næsta ár, fer eldraøkið í Suðuroy at kosta góðar 60 milliónir næsta ár, men kommunurnar fáa bara 56 milliónir í endurgjaldið úr landskassanum.

Tað merkir, at skal tað sleppast undan sparingum í eldraøkinum í Suðuroy næsta ár, skulu kommunurnar spjaða góðar 4,1 millión til úr sínum egna kassa.

Men tað eru tað fleiri kommunur, sum ikki vilja. Hovs kommuna og Hvalbiar kommuna hava longu samtykt, at tær rinda ikki meiri til eldraøkið enn tað, tær fáa í endurgjaldið úr landskassanum.

Bara av hesi orsøk fer fíggjarætlanin hjá eldraøkinum í Suðuroy at hava eitt hall upp á 900.000 krónur næsta ár.

Men Jóanis Lisberg sigur, at bygdaráðið í Fámjin hevur somu støðu, og so veksur undirskotið góðar 411.000 krónur afturat.

Hinvegin hevur Vágs Býráð samykt at rinda sín part av rokningini, og okkum vitandi hava hinar tríggjar kommunurnar ikki tikið endaliga støðu enn.

Men fyribils merkir tað, at hesar tríggjar kommunurnar ikki vilja rinda meiri enn tær fáa frá landinum, at eldraøkið í Suðuroy má spara góðar 1,3 milliónir krónur.

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, og formaður í Suðuroyar Bú- og Heimatænastu, sigur, at tað allarmesta av útreiðslunum eru lønir, so allar sparingar fara at føra við sær, at tænastur til tey eldri verða skerdar, ella niðurlagdar.

Í Sosialinum hevur hann eisini víst á, at borgarstjórarnir eru limir í stýrinum fyri Bú- og Heimatænastuna og teir borgarstjórar, sum ikki vilja rinda sín part av kostnaðinum, mugu so eisini koma við uppskotum um sparingar.

Jóanis Nielsen sigur, at tað er helst ein spurningur, sum fer at verða tikin upp í stýrinum. Men hann sigur, at tað skal í hvussu so sparast í beinleiðis tænastunum til tey eldru. So mugu vit heldur finna sparingar longri uppi í skipanini, í leiðslustiginum, sigur hann.   

Vir fáa ikki goldið meiri enn vit fáa aftur, sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin