Vilja ikki seta krøv til talið á pedagogum á dagstovnum

Samgongan – og ein limur í andstøðuni – siga, at tað er ikki uppgávan hjá Løgtinginum at seta slík krøv

Løgtingið fer ikki at seta krøv til, hvussu nógvir pedagogar skulu arbeiða á dagstovnum.

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta krøv til, hvussu væl dagstovnar skulu vera mannaðir við pedagogum, alt eftir, hvussu nógv børn eru á stovninum.

Men tað er meirilutin í Mentanarnevndin, sum hevur viðgjørt málið, ikki sinnaður til.

Meirilutin, sum er Beinir Johannesen og Heðin Zachariasen úr Fólkaflokkinum, Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum, og Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn, tekur ikki undir við uppskotinum.

Meirilutin vísir á, dagstovnaøkið er kommunalt, og er tað hvør einstøk kommuna, ið umsitur sínar dagstovnar.

Eisini hevur Landsstýrið víst á, at tað verður arbeitt við at endurskoð alt dagstovnaøkið og tá verður tað eisini tikið við, hvussu væl dagstovnar skulu vera mannaðir.

– Tískil eigur hetta at verða tikið upp í, tá tað arbeiðið fer í gongd, og ikki sum einstakt mál, heldur meirilutin.

 

Minnilutin í nevndini, sum eru Djóni Nolsøe Joensen, Jóhannis Joensen og Beinta Løwe Jacobsen halda tvørtur ímóti, at tað er neyðugt at hava eitt minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum.

– Hetta er einasti máti at tryggja børnum okkara nóg mikið av tímum saman við vaksnum, siga tey.