Vilja ikki út við tølunum

Tey vilja hava arbeiðsfrið at útvega nágreiniligar upplýsingar, sigur stjórin

Tað var veitslurómur tá ið Eysturoyartunnilin varð tikin í nýtslu, men síðani er fagnaðurin fánaður eitt sindur, tí tað hevur verið frammi, at tað er heldur tómligt í tunlinum

Tað var veitslurómur tá ið Eysturoyartunnilin varð tikin í nýtslu, men síðani er fagnaðurin fánaður eitt sindur, tí tað hevur verið frammi, at tað er heldur tómligt í tunlinum

Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum, sum stendur fyri Eysturoyartunlinum, vil framvegis ikki út við tølunum fyri, hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum tunnilin um dagin. Tað varð annars nógv umrøtt, at tað koyrdu nógv færri bilar ígjøgnum tunnilin enn tað var neyðugt fyri at tunnilin skuldi bera seg.

Og avleiðingin av allari umrøðuni var, at felagið gjørdi av at í eina tíð skuldu  tey gevast við at upplýsa alment, hvussu nógvir bilar brúka tunnilin. Og Teitur Samuelsen sigur, at tann avgerðin stendur við og hann dugur ikki at siga, nær tølini aftur vera almenn.

Hann sigur, at nú vilja tey hava arbeiðsfrið til at útvega nágreinilig hagtøl yvir ferðsluna. Hann sigur, at tað hevur verið nakað av órógvi um, hvussu nógvir - ella fáir - bilar koyra ígjøgnum tunnilin og tí hava tey gjørt av at gevast at almannakunngera tølini í eina tíð.

Hann ásannar, at hetta er ein ein alternativur vegur, tí tað ber fremvegis til at koyra eftir fjøllunum, og tí liggur eitt stórt arbeiði í at finna tann heilt neyva prísin fyri, hvat tað skal kosta. Men um prísirnir verða lækkaðir í næstum, dugir hann ikki at siga, men hann ivast ikki í, at sum frálíður verða prísirnir lækkaðir.

Men hann sigur kortini, at tað koyra væl av bilum ígjøgnum tunnilin, men tað er ilt at siga um tað svarar til tað, tey høvdu væntað. Hann sigur, at tey hava eina meting, sum sigur, at tað fara at koyra 6.300 bilar ígjøgnum tunnilin um dagin. Men nær tey eru komin upp á tað talið, heldur hann, at tað er ilt at siga.

Hann sigur nevniliga, at ofta verður sagt, at tað tekur eini tvey, trý ár at byggja eina slíka farleið, upp, men nú síggja tey tíðina ann.

Tað var veitslurómur tá ið Eysturoyartunnilin varð tikin í nýtslu, men síðani er fagnaðurin fánaður eitt sindur, tí tað hevur verið frammi, at tað er heldur tómligt í tunlinum