Vilja skerja rættin hjá bankunum at taka pengar frá fólki

Summir bólkar í samfelagnum skulu ikki rakast av nýggjum gjøldum frá bankunum

Rætturin hjá bankunum at taka gjald frá teimum, sum eiga pengar í bankanum, skal skerjast. Tað halda tey í Tjóðveldi, og tað fara tey nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um.

Í hesum sambandi vilja tey hava Løgtingið at samtykkja, at bankar skulu ikki sleppa at taka pengar frá fólki, sum spara saman til sína egnu til pensjón, og eisini lønarkontur hjá fólki skulu ganga fríar.

Altjóða rentan so lágt sum ongantíð fyrr og eitt úrslit av hesum er, at nakrir føroyskir peningastovnar nú hava boðað frá, at negativ renta nú verður løgd á uppsparing hjá fólki í føroyskum peningastovnum.

– Í Føroyum hava vit skipað okkum soleiðis, at tað er neyðugt hjá fólki at hava lønarkontu í peningastovnunum, ið løn og pensjón verður flutt á. Og nú negativ renta verður løgd á uppsparing hjá fólki, hevur hetta stóra ávirkan, sigur Kristina Háfoss, framsøgufólk hjá Tjóðveldi í fíggjarmálum í einum tíðindaskrivi í morgun.

BankNordik hevur boðað frá, at tey, sum eiga meiri enn 500.000 krónur á bók, skulu rinda 0,75 prosent í rentu til bankan. Hetta er galdandi fyri allar vanligar kontur og fyri pensjónsuppsparingar. Men tað er ikki galdandi fyri kontur hjá børnum og ungum undir 29 ár. 

Betri Banki hevur eisini boðað frá, at frá, at tey, sum eiga meiri enn 750.000 krónur á bók, skulu rinda 0,75 prosent í rentu til bankan av tí. Men í Betri Banka er tað ikki galdandi fyri pensjónsuppsparingar í Betri Banka og tað er heldur ikki galdandi fyri kontur hjá børnum og ungum.

Kristina Háfoss vísir á, at í Føroyum er tað eitt lógarkravt, at fólk skulu spara ein part av lønini upp til egna pensjón.

– Samstundis leggja onkrir peningastovnar nú negativa rentu á hesa uppsparing. Tað er sjálvandi ein trupulleiki at vit áleggja fólki við lóg, at tey skulu spara upp pensjón, uttan at vit samstundis tryggja, at uppsparda pensjónsuppsparingin ikki minkar, sigur hon.

– Og tá vit eisini hava eina lønarskipan, ið krevur, at fólk hava eina lønarkonto, er tað eisini neyðugt, at tryggja, at fólk ikki missa pening av hesi orsøk, sigur hon.

Tí vil Tjóðveldi nú hava Løgtingið at samtykkja, at landsstýrið skal snikka eina lóg til, og síðani leggja hana fyri Løgtingið um at negativ renta ikki skal kunna verða løgd á lønarkontur og pensjónskontur, sigur hon.